Fingu fimm og tvey ára fongsul

Danin, sum er er dømdur fimm ára fongsul, skjýtur dómin inn fyri hægstarætt alt fyri eitt.

Tveir mans eru dømdir í ávikavist fimm og tvey ára fongsulsrevsing í stórum rúsevnamálið, sum nú er endað.

 

Talan er um ein dana og ein føroying.

 

Sambært Kringvarpinum segði dómarin, tá hann kunngjørdi revsingina, at hann og nevningarnir vóru samdir um, at tað, sum teir báðir hava fingið við, er samfelagsskaðiligur kriminalitetur.

 

Ákærin hevði kravt minst fimm ára fongsulsrevsing til danan og minst tvey ára fongsulsrevsing til føroyingin.

 

Kringvarpið skrivar, at verjin hjá dananum vísti á, at samanborið við tað sum er vanligt, so átti revsingin at verið 2,5 ár, og í mesta lagi 3 ár. Og tí kæra teir dómin alt fyri eitt fyri hægstarætt.

 

Verjin hjá føroyinginum helt, at eitt ár og tríggir mánaðir var nóg hørð revsing. Teir umhugsa, um teir eisini fara at skjóta dómin inn fyri hægstarætt.