Bæði tey sterku føroysku umboðini vunnu í kappingini North Isles Strongest Man, sum varð hildin í Lerwick í Hetlandi leygardagin.
Bjarni Nielsen vann kappingina við fýra stigum, meðan Óli Arnfríðuson Andresen varð besti nýkomarin.
Bjarni Nielsen sigur við Shetland News, at hann meiðslaði knæið longu í fyrstu kappingini, men stríddi seg gjøgnum pínuna.
- Tað gekk væl. Eg vann kappingina, so eg kann ikki klaga. Eg haldi ikki, tað ber til at gera nakað ernari fyri Føroyar - tú sendir tveir menn avstað, og báðir vinna, sigur hann við Shetland News.
Luttakararnir í ár vóru úr Hetlandi, Orknoyggjunum og Føroyum og komandi ár er talan um at fáa sterkar menn úr Íslandi at luttaka eisini.