Í riðlinum av viðhaldsfólkunum hjá VÍF og StÍF, sum vóru í høllini á Skála sunnudagin, bóru vit eisini eyga við meginpartin av fyrstaliðshópinum hjá Neistanum.
Sum væntað
Ivaleyst høvdu teir vónað, at StÍF megnaði at taka í hvussu so er annað stigið frá vestmenningunum, men var tað hesum teir komu eftir, so fóru teir krøktir heim aftur.
Tað skiltist tó á lagnum, at teir høvdu ikki væntað nakra serliga hjálp frá strandingunum kortini.
- Hatta var sum væntað, var so at siga einasta viðmerking teirra, tá tað eftir dystin var greitt, at teir skulu gera arbeiðið sjálvir, um teir ætla sær gullmerkini.
Fyrireiking
Kanska var ferðin inn á Skálafjørðin heldur ikki ætlað sum nøkur ferð eftir gullinum. Meira nærliggjandi er helst, at teir við hesum vildu nýta høvið til at hyggja eina seinastu ferð eftir komandi mótstøðuliðnum, áðrenn teir komandi leygardag skulu leika dystin, sum avger, hvørt FM-steypið skal halda summarfrí í Havn ella í Vestmanna.