Fingu onga umbering

Í Svøríki hevur stjórnin hjá Gøran Persson, forsætisráðharra verið fyri hvøssum atfinningum, tí nógvir sviar halda, at stjórnin drálaði ov leingi við at kanna viðurskiftini hjá teimum túsundtals sviunum, sum hildu jól í teimum flóðalduraktu økjunum í Suðurasia. Meiri enn 50 sviar eru funnir deyðir eftir flóðalduna, og 786 eru ikki komnir afturíaftur.

Andstøðan kravdi tí, at forsætisráðharin skuldi biðja Ríkisdagin og svenska fólkið um umbering, tá ársins fyrsta formansorðaskifti var í Ríkisdegnum hósdagin. Men har kom eingin umbering. Tvørturímóti gjørdi forsætisráðharrin nógv burtur úr ymsum politiskum tiltøkum, sum stjórnin setti í verk í fjør, og hann vildi vera við, at tað gongur væl í Svøríki.

Andstøðan er sera misnøgd. Tá formenninir í andstøðuflokkunum royndu at leggja trýst á Gøran Persson, viðgekk hann, at stjórnin hevði gjørt ávís mistøk í sambandi við vanlukkuna í Suðurasia, men longri fór hann ikki.