Almenna talið á deyðum eftir harða jarðskjálvtan í Mexiko er nú komið upp á 90.
Meksikansk bjargingarfólk finna alsamt fleiri deyð fólk eftir jarðskjálvtan hósdagin.
Í morgum upplýsir talsmaður fyri myndugleikarnar í landspartinum Oacaca, at har í landspartinum er nú váttað, at 71 eru deyð av jarpskjalvtanum.
Tað merkir, at samlaða taliði av deyðum nú er komið upp á 90.
– Tað eru 71 deyð. Bara í Oaxanca, sigur talsmaðurin, Jesus Gonzales.
Í grannalandspartinum Chiapas verður mett, at í minsta lagi 15 eru deyð, meðan fýra eru tey í lansartinum Tabasco.
Bjargingararbeiðið heldur fram, meðan íbúgvar í raktu økjunum enn óttast, at ein av mongu eftirskjálvtunum kann fáa viknaðar bygningar at fella.
Jarðskjálvtin rakti í 33 kilometra dýpd uttan fyri kyrrahavsstrondina. Tað var umleið 120 kilometrar í ein útsynning úr býnum Tres Picos í Chiapas landspartinum.
Myndugleikarnir upplýsa, at talan er um ógvusligasta jarðskjálvta, sum hevur rakt landið síðani 1985.
Enrique Peña Nieto hevur upplýst, at umleið 50 milliónir av teimum 120 milliónum íbúgvunum í Meksikot merkjtu skjálvtan.
/ritzau/Reuters