Finna fígging uttan fyri bankarnar

Danskar fyritøkur í túsundatali hava funnið ein nýggja útveg til fígging, eftir at bankarnir hava táttað í og hækkað renturnar til vinnuna, vegna stór tap og vánalig úrslit. Tað skrivar Business Line.

Nýggja loysnin er at taka realkredittlán í egnum bygningum. Á henda hátt fáa fyritøkurnar ágóðan av sera lágum rentum av hesum lánum.

Síðan bankakreppan tók seg upp í 2008 eru samlaðu bankalánini til danskar fyritøkur lækkaði við 25%, svarandi til 150 milliardir krónur. Størsti partur av lánsfígging til danskar fyritøkur er í dag ikki bankalán, men realkredittlán.

Rentan av realkredittlánum er fyri tíðina søguliga lág. Fyri tey bíligastu lánini liggur rentan niðri á 2,5%. Hetta er væl bíligari enn lánini í bankanum, har rentan í miðal liggur á umleið 7%.

Danska Handverksráðið, ið umboðar 20.000 smærri og miðalstórar fyritøkur fegnast um, at vinnan hevur funnið ein útveg uttanum bankarnar, nú umstøðurnar at lána pening úr bankunum eru so nógv skerdar, skrivar Business-Line.