Løgtingsarbeiði
Løgtingsformaðurin og starvsfólki á løgtingsskrivstovuni hava úr at gera um dagarnar, tí nógv er, ið skal avgreiðast, áðrenn tingið fer til hús 15. mars. Løgtingsformaðurin, Finnbogi Ísakson, hevur valt at halda siðvenjuna og sendir tingið til hús 15. mars, hóast Løgtingið eftir lógina kundi hildið fram við arbeiðinum til sjálvan valdagin. Síðsti dagur at leggja mál fyri Løgtingið var 4. mars, og henda dagin vórðu ikki færri enn 24 uppskot løgd fyri tingið.
Teir fyrispurningar, sum eru eftir at svara, skulu svarast áðrenn hósdagin í komandi viku.
Vit settu løgtingsformanninum spurningin, hvat hann heldur um hesi nógvu uppskotini, sum løgtingslimirnir leggja fram í tólvta tíma?
?Talið av uppskotum, ið koma seinasta dag, er, eftir fýra árum er farin niður um ein fjórðing, og hetta er ikki heilt galið. Í ár er ein serlig støða, tí frá tí, at tey síðstu málini kundu leggjast fram, 4. mars, til løgtingsval verður útskrivað eru bara tvær vikur. Tað vil siga, at frammanundan hevði mann bæði mars og apríl. Tú mást eisini roknað við, at nøkur av málunum, sum eru komin niðan í tingið í síðstu løtu, eru komin fram meira fyri at vísa vilja í sambandi við valstríðið.
Hvussu fer hetta at ávirka viðgerðina í hvørjum einstakum máli?
?Tað ávirkar á tann hátt, at, skulu tey avgreiðast, so fær ein nevnd ikki ta tíð, ið hon hevur krav uppá. Sambært tingskipanini er tað soleiðis, at ein nevnd hevur krav uppá, at viðgera eitt mál í ein mánað, men nú kann nevndin ? um málið skal viðgerast liðugt innan fjúrtan dagar ? so hevur nevndin bert einar tveir ella tríggjar dagar til viðgera málið. Hetta merkir ikki, at málini ikki verða viðgjørd væl. Tað hevur eisini stóra ávirkan, hvussu stóra málini eru, men í øllum førum fáa tingmenn ikki ta umhugsunartíð, ið teir eiga.
Hvat við tí, at eitt aðalorðaskifti um ein mentanarpolitikk, har tað hevur tikið fleiri ár at gera eitt álit, verður hildið í tinginum beint undan, at tingið fer til hús?
?Ein landsstýrismaður hevur altíð krav uppá at leggja eitt álit fram og fáa eitt aðalorðaskifti, um hann ynskir tað. Hetta skal vera innan 6 dagar eftir, at frágreiðingin er løgd fram. Tískil kann løgtingsformaðurin ikki leypa málið um. Sjálvur haldi eg ikki, at tað er serliga viðkomandi at hava eitt aðalorðaskifti um eitt so stórt mál beint undan, at tingið fer til hús. Eitt nú hevur Eyðun Elttør (landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum, blðm.) lagt fram eina frágreiðing um olju, men hann hevur sagt, at tað er ikki so átrokandi at fáa eitt aðalorðaskifti beinanvegin.
Hvussu verður so; verða málini viðgjørd?
?Eg rokni við sum givið, at øll málini fáa ein fyrstu viðgerð í hesari vikuni. Soleiðis at arbeiðast kann víðari við teimum í komandi viku, um løgmaður ikki skrivar út val longu tá. Eg rokni ikki við, at meira enn helvtin av málunum verða avgreidd.
Hvussu fer hetta at ávirka arbeiðið hjá Løgtinginum?
?Tað verður soleiðis, at nevndirnar hava sum vant fyrrapartarnar týsdag, mikudag og hósdag. Eg rokni við, at teir næstu tingfundirnir fara at vera heilt til kl. 22, sum er so leingi, ið tingskipanin loyvir, at tingfundir kunnu vera, um landið ikki stendur í vága, men so galið er tað ikki kortini.
Hvussu er við, at stór mál verða tikin fram so seint í tingsetuni og áðrenn valið?
?Serliga stór mál eiga ikki at koma fram, um tað skal koma ígjøgnum, fjúrtan dagar áðrenn tingið fer til hús. Tað er ikki rímiligt, tá tingið hevur, sambært tingskipanini, rætt til at viðgera mál í 40 dagar.
Verður demokratiið og kanska eisini trygdin hjá borgarunum sett til viks við tílíkum málum, har skotbráið er so mikið stutt?
?Um meiningin var, at eitt so umfatandi mál sum málið viðvíkjandi skattalættanum skuldi koma ígjøgnum, so var rættast at koma við tí fyrr. Eg upplivi annars eitt nýtt óskil nú í mun til áður, har samgongumenn ella samgonguflokkar sjálvir leggja uppskot fram. Tá mann er í samgongu, plagar mann at halda seg til, hvat landsstýrið leggur fram og ikki meira.
Nú tú fer frá sum politikari og løgtingsformaður, hvørji eru so tíni ráð til tann komandi løgtingsformannin?
?Eg havi ikki so øgiliga nógv ráð. Kanska tað at fáa broytt tingskipanina einaferð aftur, sum eg sjálvur ongantíð kom til, soleiðis at ásett verður eina seinastu freist um heystið fyri mál, ið skulu koma í gildi á nýggjárinum. Hetta er typiskt skattalógir og lógir innanfyri almannaverkið. Tað hendir seg heldur ofta, at mál koma seint fram, men støðan er batnað. Eg havi tó verið útfyri, at týðandi broytingar í skattalógini eru vorðnar skundaður ígjøgnum innan tveir dagar, og hetta er ikki forsvarligt. Ein freist kundi verið sett fyri fyrstu viku í november, har mál eiga at verða komin inn, um tey skulu koma í gildi á nýggjárinum.
Heldur tingmenn hava ment seg við størru uppgávunum seinastu tíðina?
?Eg haldi, at tað hevur ment arbeiði nógv, at tingmenn hava fingið møguleikan bara at vera tingmenn og fyri tað mesta ikki hava annað arbeiði.
Hyggja vit í tingsalin í Føroyum í mun til lond rundanum okkum, so síggja vit, at fleiri tingmenn eru á fundi her enn aðrastaðni. Tað kemur ikki mestsum ikki fyri, at tingmenn taka orðið, og tú kanst merkja, at teir ikki hava innlit í, hvat teir tosa um.
Heldur tú vit nærkast okkum einari nýggjari tíð innan tingarbeiði?
?Vit nærkast einari nýggjari tíð. Vit mugu eisini minnast til, at vit hava yvirtikið nógv fleiri málsøki. Tær fysisku umstøðurnar eru vorðnar betur.
Lønarviðurskiftini hava gjørt tað soleiðis, at tað vera færri, sum fara at stilla upp, og um eini tvey ella trý val, so verður tað munandi øðrvísi ting.
Tey, ið stilla upp, mugu vita, at tað er veruligt at stórt lesiarbeiði at vera tingmaður. Tað krevur meira enn áður, tí tað eru nógv fleiri frágreiðingar og annað at lesa. Tað er eitt rættiliga stórt arbeiði.
Er nýggja skipanin farin at virka?
?Skipanin er byrja at virka. Tað hongur eisini saman við tí, at tú tók og umskipaði landsumsitingina til at vera bæði størri og betri arbeiðsføra.