Tað var eitt vónríkt lið av ungum og eldri politikkarum, sum mannaðu tingbólk Tjóðveldisins, táið vit í 1998 høvdu skipað fullveldislandsstýrið og ítøkiliga fóru undir at virka fyri teimum frælsu Føroyum. Annað og triðja ættarliðið eftir tjóðskaparpolitiska vitan Erlend Patursson og valaliðið í hansara meingi. Tíggju ár seinri er hetta onnur ferðin, at vit bera ein teirra út á seinasta leiðið. Fyrst Finnbogi og nú Finnur. Fyrst hin royndi og durkdrivni pragmatikarin, sum vísti okkum torgingnu loynistíggjarnar og legði okkum lag á og nú sosialpolitiski chefideologurin par exellance, ið var so lívsneyðugur í tjóðskaparpolitisku strembanini. Finnur endurvann Tjóðveldinum eitt sosialt andlit, tað kendist næstan, sum at maður og profilur gingu saman í eitt. Kanska eitt ættarbregði.
Finnur Helmsdal var alkendur maður. Tað tykist, sum hevur hann altíð verið til, tí heilt frá ungum árum hevur hann verið frammi í almenna ljósinum, í ymsum høpum. Kendi hann heilt frá barni av, táið eg tíðum vitjaði mostir mína á Tinghúsvegnum og seinri í Hoydølum og hesi seinastu árini á politiska pallinum, har vit eru farnir ígjøgnum manga íðuna saman, samdir og ósamdir, men felagsfatanin í stórum málum var ekvivalent, eisini tí skeiklaðist vinskapurin ongantíð, hóast tað mangan øtlaði og var rusk í sjónum. Temperamentið hjá báðum stóð manga royndina, skal sigast.
Hann var sonur Oliviu, sum var slektað úr Miðvági og landsverkfrøðingin Mikkjal. Ein av mongum ungum føroyingum, ið setti sær fyri at byggja landið eftir stríðsárini. Við ófatiliga víðskygninum og eini ómetandi framskrúvu, runnu stovnurin og maðurin saman í eitt. Ein bræðin institutión. At oddviti á slíkum stovni megnar at leggja eina heila tjóð í eitt infrastruktuelt kervið, í egnari starvstíð, man vera eindømi í heiminum, og boðar frá megi, visiónum og eini mentalari styrki, ið sigur spar tvey til alt annað, og sum hevur staðið upp ímóti uppganginum frá fleiri ættarliðum av politikkarum. Drangur í brimi.
At vera sonur ein so máttmiklan stovn er ikki bara lætt. Sakførarin Carl Madsen hevur lýst hetta fyribrigdið so væl í endurminningum sínum. Hetta skismaði. Spenningarnar. Tvídráttin. Dialektikkina. Í hansara føri, táið bóndin og íhaldni vinstramaðurin ikki skilir, at sonurin gerst sakførari og kommunistur. Onkursvegna stendur tú í mun til upphavið, líkamikið hvat tú annars velur at takast við her í lívinum. Finnur miðaði av nýggjum, fótaði sær væl og vegaði rás á øðrvísi stíggjum. Við sínum góða forstandi gekk leiðin niðan í Hoydalar, har Erik og Haraldsen og aðrar góðar kreftir royndu at temja hendan krappa og bráðræsna ungdómin, við teimum nógvu eyðsýndu talentunum.
HB-liðið sum vann steypakappingina í 1976, Finnur Helmsdal stendur uttastur til vinstru.
Tey flestu minnast hann frá leikvøllunum kring landið og uttanlands. Stórur, langlimaður, skjótur. Góða skotstyrki við trivaligu skøvningunum. Íðin og kompromisleysur. Frísuta hárið flákraði í ferðini, og einaferð sigst, at hann í eini infight, í hondbóltslandsdysti, skrædlaði sær lógvarnar so illa, at blóðið dreiv úr beninum, men tað forðaði honum ikki í at streva víðari fram fyri heiðurinum og tjóðini. Vit minnast hann ikki bara tí, at hann plagdi leika í hálvhosum, eitt slag av pátrúgv sigst, sum fleiri tá høvdu ælið á seg, og er einasti føroyingurin, sum hevur spælt ein landsdyst í skipstroyggju, í hondbólti, men heldur tí, at hann revolutioneraði spælið onkursvegna. Serliga fótbóltin. HB fekk nógv burturúr honum í tíðini, táið spælið var í serliga stórari menning, um tað mundið táið Pelé og Cruyff vóru uppi á døgum og kanska serliga Beckenbauer defineraði spælið av nýggjum. Liberoin – aftasti maðurin – stabiliteturin – strategurin - sum savnar upp og stingur út í kortið av nýggjum. Skipar rangstøðuna hjá mótstøðuliðnum, vit plagdu at arga hann við, at hann uppfann felluna, og ger eina reina glíðandi takling, har hon krevst. Soleiðis minnast vit Finn, og soleiðis dugnaði hann barndómsfelagnum í mong ár. Á fyrstu parkett. Í broddi fylkingar. Í hondbóltinum kom hann at spæla saman við frægastu leikarum okkara, síðani spælið kom higar til lands, og eisini har hevur hann fylt upp í kyndilsskápini skínandi steyparúgvir. Hann var gjøgnumbrotssterkur álopsspælari og rættiliga stinnur verjuleikari. Táið hann var í lestrarørindum í Esbjerg spældi hann við besta liðnum hjá Kvik, sum var frammalaga í næstfremstu deildini í Danmark tey árini. Landsliðini hava eisini verið leskað við hansara ásýniligu dygdum. Og kanska guvaði ein stór borðtennisstjørna burtur í tíðarmeldrinum, tað heldur í hvussu er the grand old man av Tvøroyri, Sverri Midjord, sum í seinasta valskeiði var kollegi hansara á tingi.
Kyndil í dysti móti danska liðnum Århus KFUM. Finnur uttastur til høgru í myndini
Appropos landsverkfrøðingsstovnurin, ella stovnar yvirhøvur, so kom Finnur at vaksa upp í hesi merkiligu tíðini, sum ongin annar nakrantíð kemur at uppliva, enn júst tað ættarliðið, sum var í besta blóma, táið ungdómsbyltingin stóð í vøkstri, og fór sum ein grasfløtubrandur um allan vesturheimin. Uppreisturin móti autoritetunum. Stadnaðu stovnunum. Og vit eru ivaleyst mong, sum minnast hendan høgleitta mannin í havnargøtum, við eyðkendum fjakkandi síðum hári, víðum brókum og palestina turriklæði. Ein sjarmerandi fýrur við tí eitt sindur nonchalentu attituduni, sum var so vanlig tá. At síggja til, eitt slag av einum bohemi. Ómetaliga vinsælur táið vit hittust í havnargøtum, hevði altíð stundir til eitt prát. Ella ein kaffisopa inni á Kondittarínum. Eisini, hóast tað tíðum var langt ímllum, serliga eftir at mann var farin til skips. Ein serliga karismatiskur maður, sum hevði greið sjónarmið um stóru og smáu samfelagsmálini. Ein gjørdur politikkari. Hann gjørdi upp við klassiska rákið, at elta fótasporini hjá undanfarnum ættarliðum, og setti sær fyri, av hugsjónaðarligari drívmegi og hjarta, at dugna tí veikara partinum av samfelagnum. Sum avlærdur sosialráðgevi virkaði hann í mong ár í almannaverkinum m.a. saman við legenduni Klaus Hermann, maðurin, sum fakliga hevði hægstu tign í hugaheimi hansara. Við tí viðførinum fór hann ígjøgnum skipanina, og til endans gjørdist hann leiðari á Barnaheimi Føroya. Sum skyldkonan hjá konuni fekk at renna upp úr turrari jørð frá byrjan.
Samfelagsviðurskifti høvdu yvirhøvur hansara stóra áhuga. Serliga korini hjá teimum, sum onkursvegna ikki eru so væl útborin, at tey megna at standa uppi av sær sjálvum, í einum heimi hvørs ferð bara tekur alt meira dik á seg. Ein materiellur galopperandi gangari, sum ikki hakar í nakrastaðni. Sum slettir øll tey minni treystu úr leypinum á alfaravegi. Tí kom tað neyvan óvart á nakran, at maðurin fór at snodda til politisku skipanina, og sum vinstrahallur nationalistur, varð tað sjálvsagt, at hann valdi Tjóðveldisflokkin sum botn, fundament, í sínum virki. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í býráðnum í Havn og táið fullveldislandsstýrið tók við í 98, kom Finnur á ting fyri Høgna Hoydal, sum gjørdist varaløgmaður um tað mundið, táið føroyingar høvdu sett á skrá ítøkiligar ætlanir um at skipa nationalstatin.
Hann stillaði ikki uppaftur í 2002, men á valinum í 2004 varð hann umdømisvaldur tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, og tað er ikki at taka seg aftur í, at hann í flestu førum hevur verið sosiali profilurin, lívsjáttandi tærið, sum megnaði at seta kvalifiseraðu spurningarnar og at seta fram skikkaðu uppskotini, og var maðurin sum gjørdi tað roysnið, at flokkurin varð umboðaður í øllum litbráum. Og hóast hann kundi tykjast nakað harðrendur viðhvørt, við sínum stutta fjúsi, so var sálin bleytari enn smør, hjartatræðrirnir so moyrir og hartil hevði hann tey vælsignaðu evni, ikki at eiga lut í tí, at vera ímyntur. Táið uppgangurin var farin og líkindini aftur vóru batnað, var hann aftur hin sami, tað sum var farið var farið. Ein dygd táið tú ferðast millum so viljafastar og ymiskar personasjur, sum altíð vilja vera savnaðar í einum parlamentariskum forum sum Føroya Løgtingi.
Finnur var aktivur kjakari og ákoðanarmyndari. Skjótur á avtrekkjaranum. Góður skribentur. Kvikur í hugsan. Við hesi barlastini hevur hann einsamallur og saman við øðrum givið hópin av bókum út, serliga um fótbólt, og í mong Harrans ár var hann ítróttarredaktørur á Oyggjatíðindum, onkuntíð kulturredaktørur, sum vit av og á plagdu at arga hann við, táið vit høvdu eina lagaliga løtu og brúktu hana til at skjóta eftir hvør øðrum í speisemi. Ikki tí, hann var sera áhugaður í føroyskum mentanarstrevi og starvi. Í Útvarpinum hevur hann í mong ár verið viðmerkjari og medkommentator, og tað eru fleiri sum halda, at hann sum ítróttarskrivari hevur verið høvdið frammanfyri aðrar, táið tað snýr seg um at skilja tað, sum fyriferst á leikvølli. Alt annað skuldi nú eisini verið løgið, uppvaksin sum hann var, hjá næsta granna, sum var gamla fótbóltsplenan í Gundadali. Og so var hann eisini partur av tí ættarliðnum hjá HB, sum framvegis sigst liva í tí sáligu trúgv, at teir ongantíð verða yvirhálaðir í kvaliteti og bóltsnildi. Onkur er ósamdur í hesi tesu, men hetta var helst, sum kollektiv, tað mest nýskapandi liðið føroyingar hava átt í nýggjari tíð.
Í mong ár, kanska serliga hesi seinastu, fekst hann nógv við at fylgja gongdini hjá yndisfelagnum Chelsea, og tað hevur verið rímiliga hugaligt hesi seinastu árini, síðani russiskur einskiljingarkapitalur fór undir at fíggjað kollosala uppkeypið av stjørnum víða um heimin. Onkuntíð vitjaði hann felagið saman við øðrum fjepparum, fyri at kenna veruliga rákan av stórleika og snildi í sálini. Honum dámdi ikki royk og royking, og mundi vera tann fyrsti á tingi, sum veruliga fór undir at berjast ímóti tí óvananum, hetta forðaði honum tó ikki í at ironisera um problematikkin. Hugsi um ta ferðina, hann á fótbóltsferð saman við Kristiani Magnussen hevði keypt mær eina so stóra grøna Rizla bók til Samson tubakki, at hon treyðugt fekst inn um dyrnar. Helst vildi hann við hesum átaki vísa mær hvussu tápuliga atferð eg hevði í hesi vandamiklu lívsnjótan. Eitt extravagant slag av pedagogikki frá hansara síðu.
Tað kom mær dátt við táið eg í summar, staddur í Provence dalinum, í syðru síðu á meginfjallarøð Europu, Alpunum, hoyrdi um, at tú var álopin av hesi herviligu sótt, sum nú gjørdi enda á tínum jarðiska likami. Slerdi uppá tráðin og lagið var rímiligt. Hóast forsagnirnar eru daprar um júst álop av hesum slagi, sum tú nú varð herjaður av, so misti tú ongantíð vónina. Á Ólavsvøku sá ikki væl út. Ein nógv tódnað kempa við ringum dæmi. Lívsneistin var tó áhaldandi hin sami. Tað var so nógv tú vildi gera fyri tíni, Barnaheimið, flokkin og tjóðina. Tú fór um allan knøttin eftir alternativari hjálp, táið onki annað bar til á okkara leiðum. Ein einmansherur á fjakkaraferð við deyðanum í hølunum. Áhaldandi við vónini sum játtandi fylgisveini. Fríggjamorgunin mundi Skapari himins og jarðar tó halda líðingina hava vart nóg leingi. Hann lat hamin falla og flutti sálina inn í sínar ævigu bústaðir.
Finnur Helmsdal, eg sakni teg sáran. Sakni títt bjarta vit, tína komplexu bræðing, tína ósnobbutu medferð, títt robusta temperament, títt stutta fjús, tínar greiðu meiningar, títt skilvísi, tína ókompromitteraðu ærligheit, títt ómetaliga rættskafni, tín stríðsvilja og tín stálsetta kompromisleysa vilja, táið tað galt at verja tey minni mentu, tey sum livdu á lívsins skuggasíðu og tí at tú fór ígjøgnum heilt fyri at stuðla teimum minnilutum, sum ikki høvdu ájavna verju við onnur í samfelagnum. Og so sakni eg eisini láturin, sum kundi runga, táið tað góða lagið var. Tú átti eisini tann vælsignaða góða lutin, at vera sjálvironiskur. Lívsjáttandi eginleikin fram um aðrar.
Finnur Helmsdal var giftur Jóruni hjá Samson í Vestmanna og tey eiga børnini Olgu, Mikkjal, Samson og Olivur. Og lat meg ikki gloyma hin lítla Finn, sum hevði ein heilt serligan leiklut í lívinum hjá abbanum. Týsdagin verður tú lagdur í mold bara 56 ára gamal. Ófatiligt, í mun til mannin, sum við høvdi og kroppi megnaði at verja seg fyri so mongum álopum í pulserandi gerandisdegnum, á fleiri mótum, og nú, táið tú vápnaleysur varð álopin innanífrá – ja, tá gjørdist onki. Sjálvt vísindin stóð hjálparleys. Hesumegin markið millum lív og deyða er bara eftir at takka tær fyri frágerða gott samstarv, gott vinalag, nógvar djúptøknar samrøður, góð ráð og gott politiskt handalag, sum ivaleyst fer at vera Føroyum til dugnað, eisini í tíðini sum kemur. Tú sáddi tað, ið onnur fara at heysta. Serliga hin veikari parturin av tjóðini hevur altíð tørv á umboðsmonnum og slóðarum sum Finni á ovastu rók, har fæið og umfordeilingin skal raðfestast og skipast. Skal samfelagið ikki dragna og misfarast. Tað verið seg í heimastýrinum sum í komandi republikkini.
Mátti Harrin styrkt øll tykkum, sum nú sita eftir í ófatiligu sorgini, ið má níva í mønu og merg. Og tó, líka so náðileyst alt kann tykjast, líka so stór er troystin, sum fæst, har hon finst. Og ríkið tykkum lívið við mongu góðu minnunum um merkismannin Finn Mikkjalsson Helmsdal. Mátti hin Alvaldandi tikið sær væl av mínum góða vini og politiska lagsbróðuri.
Ein skansi er fallin og tjóðin syrgir sáran ein lívlátnan vegara.
Tórbjørn Jacobsen