Í kvøld bjóðar Stóra Pakkhús í Vági til livandi tónleik frá Finni Jensen. Stóra Pakkhús skrivar, at Finnur Jensen fer at spæla frá kl. 00 og fram til kl. 04.
Finnur er ein av høvuðssangarunum í væl umtókta bólkinum Páll Finnur Páll.
Hann er eisini ein trubadurur, sum mangan er at síggja í náttarlívinum kring landið.
Í kvøld gongur leiðin so til Vágs.