Finnur og Almannastovan

Týsdagin hevði Finnur Helmsdal eina grein í Dimmalætting um almannaverkið.

Hann heldur tað vera ov dýrt at veita almannahjálp ella styrk, tí at Almannastovan er »ein alt ov stór og illa virkandi eind«.

»Hetta hevur verið øllum greitt í nógv ár«, sigur hann.

Øllum - tað má so vera leiðslu, starvsfólki, politikarum (eisini tjóðveldismonnum) og helst eisini teimum, sum við ringum huga hava verið noydd at taka við hesi hjálp.

Og hvør er syndarin?

Jú, fyrst eru tað javnaðarmenninir, sum sótu í 90-96.

So er tað Kristian Magnussen.

So eru tað lógirnar og umsitingarreglurnar.

So aftur javnaðarmenninir - hesaferð hugburðurin.

So eru tað sosialráðgevararnir.

Og at enda leiðslan.

Eg hugsi Finnur Helmsdal veit, hvat hann tosar um, tí almannaverkið hevur verið hansara arbeiðsøki í nógv ár. Men ilt er at fáa eygað á annað í hesum stubbanum enn einum sera bíligum atkvøðuglepsi. At geva javnaðarmonnum skuldina fyri at arbeiðslagið er skeivt á Almannastovuni, er at sláa undir beltið. Sjálvandi hava javnaðarmenn einki við tað at gera. Hatta var bæði ósakligt og býtt.

Niðurstøðan í greinini, er á so lágum støði - at finna uppá at siga, at hugburðurin hjá javnaðarmonnum er at »niðurbinda fólk í sosialu skipanina« og at tað er tí, at sosialráðgevararnir bert sita og venda kvittanum og pappírum. Tað verður ikki kravt meira av teimum. (Man tað passa)?

Sjálvt sosialráðgevararnir verða gjørdir til ein trupulleika, tí »leiðslan letur teir gera óviðkomandi arbeiði«. Í mínari verð er tað øvugt. Tað er heldur leiðslan, sum man vera trupulleikin, uttan at eg kenni nakað til tað.

Eg fari ongantíð at vera ósamd við nøkrum í tí, at lógir og reglur skulu hóska til okkara viðurskifti. Men lógir og reglur, danskar ella føroyskar, eru bert karmar, sum leiðslur hava ábyrgdina av at fylla á skilabesta hátt, og helst saman við starvsfólkinum. At brúka fólkini soleiðis, at sum best fæst burturúr. Tað er ikki nakað serstakt fyri Almannastovuna.

Men, sum eg skilji á tær, vilt tú og tjóðveldisflokkurin hava reglur og lógir, sum stýra smálutunum. Hetta »princip« helt eg var deytt, tá ið kommunisman fall.


Fyri Javnaðarflokkin hava sosialmál, altíð vigað nógv. Tað vita øll. So ábreiðslan um, at Javnaðarflokkurin pumpar almannaverkið upp, er ikki annað enn vanligt fólkaflokstos. Kanska eitt tekin um øvundssjúku. Tó er at gleðast um, at í hvussu so er ein tjóðveldismaður hevur fingið sær eitt mál afturat loysingini á skránna. Allur bati bøtir.


Katrin D. Jakobsen,

valevni Javnaðarfloksins