Finnur skoraði ársins fyrsta mál

Hóast málmunurin ikki var størri enn tvey mál, so vann Víkingur sannførandi sigur í Sørvági í kvøld

Í kvøld setti Víkingur trý tey fyrstu stigini á kontuna í ársins landskapping. Tað var í Sørvági, har víkingarnir vunnu 2-0.

 

Tveir av veteranunum skoraðu málini. Tað fyrra skoraði Finnur Justinussen í fyrra hálvleiki, tá ið hann var fyrstur á, tá ið Sølvi Vatnhamar vann bóltin í høgru og legði flatt innfyri.

 

Tað seinna skoraði Sølvi Vatnhamar tíðliga í 2. hálvleiki. Málverjin hálvbjargaði, og so lyfti Sølvi úr stuttari fjarstøðu bóltin upp í nettakið.

 

Sølvi hevði møguleika at verða tvífaldur málskjútti, men tá ið hann royndi seg við brotssparki, bjargaði nýggi danski 07 Vestur málverjin Sebastian John.

 

Fyrsta stóra korterið lagaði seg soleiðis, sum tað plagar at gera, tá ið kappingin er so ung. Tað var lítil friður á spælinum, og tað vóru nógvar skeivar sendingar og óneyvar temjingar.

 

So var tað at royndu víkingarnir fingu tamarhald á støðuni. Heimamenninir vóru pressaðir langt aftur á vøllin, og kanska vóru teir ikki so áhugaðir í at leypa á við fleiri spælarum. Tá ið Géza Dávid Turi á miðvøllinum hjá Víkingi sneiddi framvið einum og kanska tveimum monnum, var tað vandi á ferð, og Sølvi Vatnhamar hevði góðar treytir, tá ið bólturin var sleptur fram til hann, tá ið hann var í millumrúminum aftanfyri 07 Vestur miðvøllin og frammanfyri verjuna.

 

Sum dysturin leið sást tað alt betur og betur, at Jóhan Petur Poulsen og hansara víkingar eru trimmaðir at vera við í kappingini um FM heitið. Finnur Justinussen var í fjør nógv skaðadarvaður, og tá skoraði hann fimm mál. Í kvøld sá hann út til at vera væl fyri, og um hann sleppur undan skaðum, so kann tað væl vera, at hann fer at skora fleiri mál í ár, enn hann gjørdi í fjør.

 

Hjá 07 Vestur er dagsskráin ein onnur. Tað ræður um at spæla nýtt lið saman, og loysnin á tí uppgávuni er at venja ofta og nógv og so at fáa tað at rigga í dystunum, sum bíða.

 

Í næsta umfari fær Víkingur vitjan av HB, og 07 Vestur fer til Fuglafjarðar.