Finnur spælir ikki aftur í ár

Áleyparin hjá Víkingi hevur fingið keðilig boð, eftir at hann bleiv borin út av vøllinum í dysti móti HB

Finnur Justinussen hevur slitið krossbandið og spælir ikki aftur í ár. Tað skrivar bolt.fo. Áleyparin hjá Víkingi hevur verið ein týðandi partur av liðnum, men verður ikki at síggja á vøllinum aftur hetta kappingarárið.

Tað var miðskeiðis í fyrra hálvleiki í fríggjakvøldsdystinum móti HB, tann 19. mars, at Finnur Justinussen lendi skeivt, eftir at hava verið í einum nærdysti. Hann tók sær til knæið og mátti berast av vøllinum.

Víkingur vann dystin 2-1, eftir at HB var á odda eitt skifti. Avloysarin fyri Finn Justinussen tá var Andreas Lava Olsen. Tað verður væntandi hann, sum skal lyfta arvin eftir arbeiðssama áleyparanum.

##ms##