Næstseinasta leikumfarið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini var avgreitt í dag.
Finnur Justinussen gjørdist stóra hetjan hjá Fremad Amager, tá hann frammanfyri 1.400 áskoðarum skoraði einasta málið í dystinum ímóti AB á leikvøllinum í Sundby á Amager. Finnur skoraði sigursmálið longu tá 10 minuttir vóru farnir av dystinum. Úrslitið merkir, at Fremad Amager hevur tryggjað sær plássið í næstbestu deildini til komandi kappingarár.
Jákup Thomsen fekk ein hálvan tíma í álopinum hjá Skive, tá Skive á heimavølli tapti 2-3 ímóti Nykøbing. Tað gekk av skriðuni í fyrra hálvleiki. Ì steðginum var Skive aftanfyri 0-3. Í seinna hálvleiki gekk frægari, og Skive fekk tvey mál fyrstu 17 minuttirnar av dystinum. Jákup Thomsen var bert fáar sentimetrar frá at røkka einari góðari fríspæling frá Jesper Henriksen tá støðan var 3-2 til Nykøbing, men eydnan var ikki við Jákupi.
Vejle uttan Viljorm Davidsen tapti 0-1 ímóti Helsingør á heimavølli í dag. Vejle hevur tó tryggjað sær plássið í deildini.
Vendsyssel FF við Meinhardi E. Olsen á beinkinum vann 3-2 á heimavølli ímóti HB Køge. Samstundis spældi Hobro bert javnleik 0-0 ímóti Næstved á útivølli, og tí eru Vendsyssel javnir við Hobro í stigum í oddinum.
Komandi sunnudag spæla Hobro og Vendsyssel oddadyst um hvør skal flyta beinleiðis upp í superliguna. Liðið, sum endar nr. 2 skal spæla ímóti vinnaranum av play off dystinum millum AC Horsens og Esbjerg.
Støðan:
1
32
19
55
2
32
13
55
3
32
11
50
4
32
2
50
5
32
-10
48
6
32
5
44
7
32
-3
43
8
32
5
41
9
32
-1
41
10
32
-9
40
11
32
-5
35
12
32
-27
23