Finnur við í Fremad Amager sigri

Fremad Amager er nú fýra stig røttu megin uppflytingarstrikuna

Finnur Justinussen fekk 69 minuttir í álopinum hjá Fremad Amager, og Heini Vatnsdal spældi dystin á tamb, tá Fremad Amager í uppflytingarbólkinum í triðbestu, donsku fótbóltsdeildini vann 2-0 á Aarhus Fremad á útivølli fyrr í kvøld.

 

Málini hjá Fremad Amager komu ikki fyrrenn aftaná Finnur Justinussen var skiftur út. Rune Friis fekk tvey mál fyri Fremad Amager, sum vóru skoraði í 73. og í 76. minutti.

 

Fremad Amager liggur nú, sum nummar tvey í uppflytingarbólkinum við 27 stigum. AB er nummar eitt við 31 stigum, og Frem er nummar trý við 25 stigum. Hvidovre liggur á fjórða plássi við 23 stigum. Trý lið flyta upp úr deildini, og liggur Fremad Amager nú fýra stig røttu megin uppflytingarstrikuna.

 

Næsti dysturin hjá Fremad Amager er 16. mai, tá teir á heimavølli taka ímóti Hellerup, sum liggur á 9. plássi við 21 stigum.