Tað endaði í øllum góðum, men støðan var álvarssom, tá finska ferjan fór á land stutt fyri midnátt mikukvøldið. Skipið legði seg nógv, nógv ferðafólk vóru skelkað, og fleiri hava greitt frá, at manningin visti ikki síni livandi ráð.
Skipið fekk so stóra slagsíðu, at tað var torført at ganga umborð, og á matstovunum fleyt alt í brotnum glasi. Fleiri av ferðafólkunum hava greitt frá, at fólk vóru ræðslusligin, børn grótu, og nógv av teimum vaksnu spýðu av ræðslu.
Nakað eftir at skipið hevði siglt á land, fingu tey 632 ferðafólkini boð um at lata seg í bjargingarvest. Ta einu løtuna varð tosað um at seta bjargingarbátarnar út, men veðrið var so ringt, at manningin helt tað ikki vera ráðiligt. Tað vísti seg eisini at vera ein trupulleiki, at kunningin umborð var á finskum máli, sum nógv av ferðafólkunum ikki skiltu.
Bjargingartænasturnar í Finnlandi og Svøríki sendu alt fyri eitt tyrlur og skip til tað neyðstadda skipið, sum stóð við Stabholm sunnan fyri Áland. Men vindurin var so nógvur, at hvørki tyrlurnar ella skipini tordu at fara ov nær ferjuni.
Tað vísti seg seinni, at skipið hevði ikki fingið so stóran skaða, at tað var neyðugt at taka fólkið av tí. Sambært finsku sjóferðslumyndugleikunum var hol komið á ein tanga, og nakað av sjógvi var komið í skipið, men tó ikki so nógv, at tað bilti. Í gjár varð ferjan togað í havn, og ferðafólkini sluppu í land eftir eina minniliga jólaferð.
?Isabella? er 170 metrar til longdar. Skipið er bygt í 1989 og tekur 2480 ferðafólk. Finska reiðaríið Wiking Line eigur skipið.