Tað var ikki lukkuligt, sum teir lokalu umborð á Fípuni Føgru spískaðu seg, tá ið yngru dreingirnir kappaðust í 5-mannaførum á norðoyastevnu í dag.
Líkindini eru góð í Klaksvík, har ættin er vestan og lágur vestan, og tað speglar inni á vánni.
Fípan Fagra legði bragdliga fyri, og dreingirnir hugdu ongantíð afturum seg. Fípan Fagra økti støðugt um munin, og tá ið teir fóru um málið, var fjarstøðan aftur til Knúk úr Eysturkommunu, sum var næstfyrstur meiri enn 11 sekund.
So skjótt hevur eingin bátur áður í hesi kappingini róð 1000 metra teinin á norðoyastevnu.
Knúkur kappaðist eina løtu við Blik av Argjum um næstfremsta plássið, men tá ið teir fóru um málið var Knúkur meiri enn eina bátslongd undan argjadreingjum.
1 Fípan Fagra 05.15.30
2 Knúkur 05.26.49
3 Blikur 05.29.05
4 Lógvin
5 Jallurin
6 Ørnin
7 Heykur