Vekingarmøtir, seminar (fínt orð fyri bíbliutímar), bøn, lovsongur, solosangur, drama, framsýningar av fløgum og bókum og upplýsingar um møguleikar fyri missión.
Hetta var nakað av tí, sum var á skránni, tá Fire 2000 fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið var í ítróttarhøllini í Runavík.
Sessirnir vóru mest sum allir fullsettir øll kvøldini, og tað vil siga, at tað vóru eini sjey hundrað fólk í ítróttarhøllini hvørt kvøldið.
Gud í miðdeplinum
Tey, sum skipaðu fyri, ynsktu, at tað skuldi snúgva seg um Gud. Yvirskriftin var »Fire 2000«, og tað vísti til boðskapin, sum var, at luttakararnir skuldu brenna fyri Kristus, og at Guds andi, sum í Bíbliuni ofta verður sammettur við eld, reinsar menniskju.
Á vekingarfundunum, har Billy Hansen, Høgni Johannesen og Mogens Petersen høvdu orðið, varð tosað um týdningin av at fáa viðurskiftini við Gud í rættlag, og nógv tóku avgerð um at fylgja Gudi og onnur um, at tey skuldu lata seg endurnýggja.
Símun Absalonsen hevði bíbliutímarnar leygardagin. Hann tosaði um hvør Gud er, og hvussu nógv hann elskar okkum. Gud segði, at tað skuldi vera ljóst, hann skapti stjørnurnar, og hann skilti vatnið frá landinum. Tað vil siga, at hetta var ein stórur Gud, men tað stendur eisini í Bíbliuni, at Gud sat og át greyt saman við Abrahami. Tað vil siga, at Gud eisini er áhugaður í tí einstaka menniskjanum.
Lovsongurin
Ein bólkur hevði vant nógv fyri at skipa fyri lovsonginum, og tað varð nógvur felags lovsongur. Harafturat luttóku onnur við sangi. Malin Zachariassen, sum akkurát hevur givið eina fløvu út, sum eitur Drekk av vatninum, sang fríggjakvøldið tveir av sangunum á fløguni, meðan maður hennara, Jan Zachariassen, spældi guitar. Allan og John Ellingsgaard frá Leirvík sungu leygarkvøldið, og sunnukvøldið var Regin Guttesen á skránni.
Felagssangurin gekk ordiliga væl, og tey, sum vóru í høllini, kendu, at Gud var orduliga nær.
Mitt á møtinum var ein steðgur upp á umleið ein tíma, har høvi var til at fáa sær ein drekkamunn, og tíð var eisini at práta við fólk. Aftaná steðgin var ein lítil løta, við lovsangi og nøkur høvdu ein lítlan vitnisburð.
Úrslitini
Tey, sum skipaðu fyri stevnuni, vóru glað um, at so nógv fólk komu á stevnuna. Har vóru nógv ung og miðaldrandi, og eisini fleiri eldri fólk. Har vóru norðoyingar, eysturoyingar, streymoyingar og havnarfólk, summi vóru komin £rá Vágum, onkur £rá Sandoynni, og har vóru nógvir suðuroyingar.
Tað var eisini hugaligt at síggja, at tað vóru fólk frá ymiskum kirkjum og samkomum. Í fleiri samkomum høvdu tey avlíst møtið sunnukvøldið, tí tey vildu vera saman við nógvum øðrum.
Tey, sum løgdu til rættis, siga, at tey gleðast um, at tað vóru so nógv, sum vildu fylgja Gudi og tí, sum stendur í Bíbliuni. Tað er ikki endamálið at telja upp, men tey siga, at framtíðin og serliga ævinleikin fara at vísa, hvat fyri ávøkstur er av einari sovornari stevnu.
Tá eg spurdi Høgna Johannesen, sum var ein av fyrireikarunum, hvat hann helt vera tað týdningarmesta at fáa fram, svaraði hann soleiðis:
Eg trúgvi, at tað týdningarmiklasta er, at Gud ynskir at vera nummar eitt í okkara lívi, og tí prædika vit, at fólk mugu venda við, og geva Gudi lívið, simpulten, gera hann til nummar eitt í lívinum. Tá vit gera tað, kemur Gud inn í lívið og signar okkum, okkara lív, okkara samkomu og okkara samfelag.
Eg spurdi eisini nøkur av teimum, sum vóru á møtunum, hvat tey hildu um tiltakið, og millum svarini vóru hesi:
Hetta var super, bara sakin, góður felagsskapur, góður sangur, og tað er gott, at so nógv koma og geva seg yvir til Gud.
Tað verður heilt sikkurt onkur sovorðin stevna í framtíðini, men tað er ikki enn gjørt av, nær hon verður, og hvar hon verður.