Firvaldur aftur fremstur

Hesaferð var tað frammanfyri Silju úr Fuglafirði og Jallin úr Havn, sum vóru í tættari kapping

Genturnar av Tvøroyri vunnu aftur í dag kappróðurin millum 5-mannafør við gentum. Fyri einari viku síðani á norðoyastevnu í Klaksvík var munurin aftur til Jallin fýra sekund. Í dag var Firvaldur fremstur og aftur var Jallurin næstfremstur.

Firvaldur var fremstur allan túsund metra teinin. Kappingin um næstfremsta plássið var sera tøtt, og tá ið Silja og Jallurin fóru um málið var Jallurin bara eina rong ella so undan.

Í Klaksvík var Fípan Fagra úr Klaksvík nummar trý. Í dag endaði hon á fjórða plássi.

1Firvaldur05:15.13  
2Jallurin05:17.15  
3Silja05:17.19  
4Fípan Fagra05:20.16  
5Sílið05:23.06  
6Spógvin05:28.16 
7Blikur05:39.17  
8Dúgvan05:50.16
1Firvaldur14  
2Jallurin12  
3Silja9  
4Fípan Fagra9  
5Sílið6 
6Spógvin4 
7Blikur2  
8Dúgvan0