Firvaldur fremstur í fyrsta róðrinum

Falkur, Hulda og Firvaldur góvu sigursvanda bátinum dygga mótstøðu í kvøld

Klokkan 17.46 ljóðaði fyrsta startskotið í Hvalvík í dag. Harvið bendir alt á, at tað fer at eydnast at avgreiða FM róðrarnar á sundalagsstevnu í kvøld.

 

Startspurturin var einki serligur hjá Firvaldi, sum vann so sannførandi síðsta leygardag á norðoyastevnu. Tað vóru hin báturin av Tvøroyri, Hulda, sum saman við Falkinum úr Hósvík og Havfrúgvin úr Vestmanna, ið løgdu bragdliga fyri.

 

Men tá ið málið var hálvrógvið, stakk Firvaldur seg framum, og so endaði tað soleiðis, sum tað gjørdi á norðoyastevnu. Firvaldur vann, og Falkur, Hulda og Havfrúgvin vóru á næstu plássunum.

 

1. Firvaldur 5.20.13

2. Falkur 5.21.08

3. Hulda 5.23.03

4. Havfrúgvin

5. Drekin

6. Báran

7. Svalan

8. Sílið

9. Kollur

10. Beinta