Tað heftir einki fyri gentubátinum av Tvøroyri. Í dag verður kappast fyri fimtu ferð í ár. Hesaferð er tað á varmakeldustevnu í Fuglafirði.
Firvaldur fekk ikki besta startin, men tá ið startspurturin var av, so legði Firvaldur seg framum hinar, og fram ímóti málinum var eingin ivi um, at Firvaldur var fremstur, og at sigurin enn einaferð fór til Tvøroyrar.
Fípan Fagra fekk góðan start. Tær úr Klaksvík royndu einar tríggjar ferðir at toga seg fram á Firvald, men tað eydnaðist ikki at taka hann, og á málinum var munurin ein stór bátslongd.
Silvurplássið var besta avrik hjá Fípuni Føgru í ár.
Jallurin vann tøttu kappingina um bronsuplássið við Silju úr Fuglafirði.
1 | Firvaldur | 05:22.01 | ||
2 | Fípan Fagra | 05:24.12 | ||
3 | Jallurin | 05:26.13 | ||
4 | Silja | 05:27.23 | ||
5 | Sílið | 05:31.18 | ||
6 | Spógvin | 05:35.21 | ||
7 | Blikur | 05:46.08 |