Fischer legði kongin, meðan unglingar brýndu vitið

Tiltikni telvarin Bobby Fisher andaðist 17. januar, meðan føroysku unglingarnir vóru á venjingarlegu í vikuskiftinum, sum liður í fyrireiking til NM í Danmark tann 13. – 17. februar

Navnframi Bobby Fisher varð føddur 9. mars í Chicago, og bert 15 ára gamal gjørdist hann yngsti stórmeistari nakrantíð. Í 1972 telvaði hann um heimsmeistaraheitið móti russaranum Boris Spassky í Reykjavík, og gjørdist hesin dysturin ímyndin av kalda krígnum. Fisher var sera ringur at fáast við. Til HM í 1972 fanst hann so at siga at øllum. Millum annað at ein puntur á talvborðinum ikki var heilt kvadratiskur, og tá spurt varð, hvør puntur tað var, vildi hann ikki siga. Fyrireikararnir funnu so nøkur sett av træborðum, har eitt var ov lítið, eitt ov stórt, men at enda funnu teir eitt, ið Fisher kundi góðtaka.

Hóast hansara trupla atburð, hevur hann lagt ómetaliga nógvar talvperlur eftir sær, sum altíð koma at standa sum varðar í talvsøguni framyvir.

Fisher hevur seinnu árini verið búsitandi í Íslandi, og ætlanin er nú, at Fisher verður jarðaður á Tingvøllum.


NM fyri unglingar

Á hvørjum ári verður skipað fyri NM í talvi, og í ár verður telvað í Danmark.

Kappingin er býtt upp í fimm aldursbólkar, har tveir telvarar umboða hvørt Norðurland. Sum liður í fyrireikingunum er tað vorðin fastur táttur, at luttakararnir savnast eitt vikuskifti á Hotel Vágum, har teir í ár hava havt intensiva venjing saman við John Rødgaard. Hetta er eisini fyri at samansjóða tropparnir, ið ofta vísir seg at vera líka týdningarmikið, sum at brýna sær vitið við turrum variantum og háfloygdum endatalvum.


Helgi favorittur í besta bólkinum

Okkara fremsti telvari Helgi Dam Ziska (2397) er hægst rataði telvarin í A-bólkinum og er einasti altjóða meistarin í bólkinum.

Helgi gjørdist nummar trý í fjør í A-bólkinum, har Helgi longu tá hevði styrki at luttaka í A-bólkinum, hóast hann hevði aldur at luttaka í B-bólkinum. Fyrra árið vann Helgi B-bólkin, so spennandi verður at síggja, um hann megnar at endurtaka bragdið frá fyrra árið og gerast Norðurlandameistari í besta bólkinum. Hin føroyski luttakarin í A-bólkinum er Rógvi Dragaberg (1747), sum hevur lægsta styrkitalið í bólkinum. Miðalratingtalið í bólkinum er 2140.


Aðrir væl við

Í B-bólkinum (miðalrating 1938) eru Rógvi E. Nielsen (1790) og Hjalti T. Jógvansson (1583) í niðara endanum saman við tveimum dønum, har góðir møguleikar eru at fáa stig. Truplari verður hjá Rúna E. Vørmadal (1355) og Pæturi Poulsen (1145), sum eru væl lægri rataðir enn nærmasti kappingarneyti í C-bólkinum (miðalrating 1812). D-bólkurin (miðalrating 1460) er mannaður av brøðrunum Einari (1248) og Heðini Gregersen (1192), ið avgjørt hava møguleika at ogna sær nøkur stig, eftir ratingtølunum at meta. Bólkur-E (miðalrating 1270) er mannaður av 10 ára gomlum og yngri, og hesin bólkurin er púra opin. Sjúrður Olsen (1000) og Høgni E. Nielsen (1382) umboða Føroyar í hesum bólkinum, og serliga Høgni sær út til at hava góðar møguleikar til at gera seg galdandi til eitt heiðursmerki.


Fimta Grand Prix kappingin

Komandi leygardag verður fimta Grand Prix kappingin telvað í Kollafirði. Telvað verða 7. umfør, har hvør luttakari fær 15 minuttir til talvið. Krav er, at luttakandi skulu minst telva í fimm undankappingum, fyri at gera seg galdandi í finaluni, og tí kemur samlaða úrslitið veruliga at taka skap eftir hesa kappingina. Kappingin byrjar kl. 11, og telvað verður í nýggja skúlanum.