Fiskaaling hevur fingið ISO-góðkenning

Á eini samkomu við Áir týsdagin handaði Andrass Joensen hjá Det Norske Veritas í Føroyum Ingolfi Joensen, stjóra í Fiskaaling, diplom sum sigur, at felagið nú lýkur altjóða standardin ISO9001:2000. Skipanin fevnir um tilgongdir, framleiðslustýring og eftirlit, eins og áherðsla er løgd á góða verkætlanarstýring innan gransking og menning

Fiskaaling

 

P/F Fiskaaling hevur nú fingið sína formellu ISO-góðkennig frá Norsk Veritas í Føroyum. Hetta hendi á hugnaligari samkomu í hølunum hjá felagnum við Áir týsmorgunin.

Tey, sum vóru til steðar við hesa løtu, vóru í fyrsta lagi fólk, sum starvast hjá felagnum, umboð fyri nevndina aftanfyri felagið, umboð fyri Norsk Veritas í Føroyum og umboð fyri Virkisráðgevingina í Saltangará, sum hevur ráðgivið Fiskaaling fram ímóti góðkenningini.

Við hátíðarløtuna fingu fólk gott smyrjibreyð og okkurt leskandi, og tað var ikki sørt, at tú merkti eina ávísa gleði – og kanska stoltleika – nú felagið sum fyrsti granskingarstovnur í Føroyum hevur fingið eina slíka góðkenning.

 

Stór ábyrgd

Tað var stjórin í Fiskaaling, Ingolf Joensen, sum fyrstur tók orðið.

Hann ásannaði, at hetta er ein stórur dagur fyri felagið, nú tað hevur eydnast teimum formelt at fáa hesa góðkenning.

Stjórin vísti á, at tað er eitt drúgt arbeiði at røkka einari slíkari góðkenning, og hann ásannaði, at hetta leggur eina stóra ábyrgd á felagið.

- Vit hava havt góðar skipanir og nógvar góðar mannagongdir. Nú er hetta so vorðið staðfest formelt. Okkara uppgáva er nú at halda lív í hesi skipan.

Ingolf Joensen segði, at ISO-góðkenningin er ein mikil heiður fyri øll, sum starvast hjá Fiskaaling, bæði starvsfólk, leiðslu og nevnd.

- Vit eru øll sera fegin um hetta, legði hann aftrat.

Áðrenn vit siga meira um, hvat onnur søgdu við høvi týsdagin, kunnu vit í stuttum siga, at tað er góðskustýringin hjá Fiskaaling, sum er góðkend av Det Norske Veritas eftir altjóða standardinum ISO9001:2000.

Skipanin fevnir um tilgongdir, framleiðslustýring og eftirlit, og áherðsla er løgd á góða verkætlanarstýring innan gransking og menning. Eisini verður dentur lagdur á lívfrøðiliga trygd innan lívfiskakaarbeiði, rogna- og yngulframleiðslu.

 

Ógvuliga flott

Nevndarforkvinnan í Fiskaaling seinastu níggju árini, Janet Fríða Johannesen, segði eisini nøkur orð við løtuna.

Hon ynskti øllum teimum, sum starvast hjá felagnum, hjartaliga tillukku, samstundis sum hon helt, at góðkenningin er eitt flott stig á leiðini.

- Tað eru nógv pappír skrivað, og nógv er farið í skrell, sum hon tók til.

Janet vísti á, at tað almenna, sum eigur partafelagið og játtar pening til virksemið á hvørjum ári, eisini hevur ynskt, at virksemið skuldi fáa hesa góðkenning.

Hon takkaði Símuni Hammer, stjóra í Virkisráðgevingini í Saltangará, sum hevur hjálpt til at seta út í kortið og at fáa skipanina upp at koyra.

- Hetta skal vera ein livandi skipan, sum ikki má gerast ov pappírskend, men har fólk kunnu læra hvørt annað. Ein ISO-skipan er einki verd, um ikki øll arbeiða fyri at gera hana aktiva. Vit plaga at siga, at sjálv skipanin er 20% av øllum – og fólkini, sum skulu virka í skipanini, telja hini 80%.

Janet Fríða Johannesen segði, at tá øll arbeiða á besta hátt fyri felagið og arbeiða innan smidligar og skipaðar mannagongdir, gerst skipanin eisini livandi.

 

Hava nógv

at liva upp til

Andrass Joensen, sum umboðar Det Norske Veritas í Føroyum, segði, at tað serliga er seinastu 10 árini, at felagið hevur havt við góðkenning av føroyskum fyritøkum at gera.

Hann vísir á, at einar 15 føroyskar fyritøkur hesi árini hava fingið ISO-góðkenning um Norsk Veritas, og hetta hevur serliga verið innan matvørutrygd og umhvørvi.

- Eg vænti, at okkurt felag fær góðkenning aftrat í ár, og tað er ikki óhugsandi, at okkurt dettur burtur av, sum áður hevur fingið sína góðkenning.

Tað er soleiðis, at ein ISO-góðkenning verður eftirmett, tá ein tíð er frá liðin, og vísir tað seg, at fyritøkan ikki fylgir skipanini upp, kann góðkenningin detta burtur.

- Tað nyttar einki at siga, at tú ert fantastiskur, um tú ikki ert tað. Ein ISO-góðkend fyritøka hevur nógv at liva upp til. Tað er týdningarmikið, at leiðin, tú hevur sett út í kortið, verður gingin og fylgd upp.

Andrass Joensen segði seg vera stoltan av, at Norsk Veritas í Føroyum hevur verið partur av arbeiðnum, sum er farið fram á Fiskaaling, nú felagið hevur fingið sína góðkenning.

 

Fyritøkan heiðurin

Símun Hammer, stjóri í Virkisráðgevingini, segði, at tað í fyrsta lagi er felagið ella fyritøkan, sum eigur heiðurin.

- Eg haldi, tað er rætt av okkum, sum hava hjálpt til at røkka góðkenningini, at vit halda okkum í bakgrundini, tí tað er felagið, sum hevur gjørt arbeiði og eigur heiðurin.

Hann segði, at Virkisráðgevingin saman við Fiskaaling hevur sett nakrar rætningslinjur út í kortið.

- Men vit sum ráðgevar klára ikki einsamøll at fáa eina ISO-góðkenning undir land. Vit hava bara peikað, men tað eru tit, sum hava gjørt arbeiði. Eg haldi, at tit, sum standa aftanfyri Fiskaaling, hava gjørt eitt dygdargott arbeiði, og eg haldi eisini, at hetta hevur gingið lutfalsliga skjótt.

Símun Hammer helt, at ein slík góðkenning eisini er kærkomin á tann hátt, at Fiskaaling soleiðis kann vísa tí almenna, sum játtar pening til virksemið, at nakað fæst fyri hesa játtan, sum hann tók til.

Hýrurin á fólki var góður við hátíðarløtuna við Áir týsmorgunin.