Runavík: Leygardagin skipa Kunningarstovan í Saltangará og Runavíkar Kommuna fyri stórum fiska- og sølutorgið á Torginum í Saltangará.
Eitt slíkt tiltak var eisini fjør, har høvi verður hjá øllum vitjandi at fáa ein ókeypis bita av ymsum leskiligum fiskarættum, sum ein kokkur ger á staðnum.
Eisini verður annað á skránni. Millum annað verður ein pallur, har Kári Sverrisson og Mikael Blak, ein sangbólkur úr Kelduni og luttakarar úr Barnaprix 2003 koma at syngja og spæla. Hoppiborg og sumo-glíming, fiskibásur, tombola café og loppumarknaður vera eisini á skránni.
Handlarnir í handilsmiðdeplinum hava eisini langan leygardag, og í sambandi við tiltøkini á torginum, verður vegurin frá Deild C og út á Kommunuskristovuna stongdur. Tiltakið er frá klokkan 12 - 16.
Leggjast skal afturat, at tiltakið verður bert um veðrið er til vildar.