Nýggjur fiskahandil letur upp í Miðvági kl. 10 í morgin. Tað er Jens Eli Ellefsen, sum fer at selja fisk í Miðvági. Fiskakjallarin, sum er navnið á nýggja fiskahandlinum, kemur at halda til í kjallaranum hjá Jens Eli Ellefsen, har nógv hevur verið handlað áður. Handilin liggur við høvuðsvegin, sum gongur gjøgnum Miðvág, so hugsandi er, at eisini fólk, sum ferðast til og frá flogvøllinum, fara at støkka inn á gólvið í nýggja Fiskakjallaranum.
Í Fiskakjallaranum verður alt slag av fiski at fáa.
Upplatingartíðirnar verða mánadag til fríggjadag frá klokkan 10-12 og frá klokkan 15-18.