Fiskamarknaðurin lækkar sølugjaldið

- Gjaldið lækkar frá 1. juli 2026 til 1%, soleiðis at hvør partur nú bert skal gjalda 0,5%, siga tey á Fiskamarknaði Føroya

Høgni Hansen er stjóri á Fiskamarknaði Føroya

Í dag boðar Fiskamarknaður Føroya frá, at gjaldið fyri at selja fisk lækkar, galdandi frá 1. juli í ár at rokna. 

 

- Uppboðssølan í núverandi líki varð stovnað í 2005, og gjaldið var tá 1,5%, har keypari og seljari gjalda 0,75% í part.

 

Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya sigur, at gjaldið hevur verið óbroytt øll árini síðan.

 

- Nevndin hevur viðgjørt gjaldið og hevur samtykt, at gjaldið lækkar frá 1. juli 2026 at rokna við 33% til 1%, soleiðis at hvør partur nú bert skal gjalda 0,5%.

 

Tað er Høgni Hansen, stjóri, sum í dag hevur sent út hesa fráboðan.

 


 

 

Høgni Hansen er stjóri á Fiskamarknaði Føroya