Fiskavirking sær aftur dagsins ljós

Á fundi næstseinasta fríggjadag var Faroe Seafood 2011 stovnað. Ikki færri enn fimm feløg eru við í ætlanini.

Tey fimm feløgini – TF Íløgur í Havn; Framtaksgrunnurin í Havn; Thor í Hósvík; Enniberg á Argjum og MEPS í Saltangará – hava íalt sett 14 milliónir krónur í partapeningi.

Eins og við felagnum Norðís 2011 – sum umrøtt er aðrastaðni á Portalinum - er Símun Petur Jacobsen stjóri, meðan hinir nevndarlimirnir eru Árni M. Dam á Norðskála sum er formaður; Hálvdan Gudmundsen í Sandavági; Bartal Dulavík í Aabybro og Mary-Ann Thomsen í Havn.

Endamálið felagsins er í stóran mun tað sama sum í fyrra felagnum - at reka virksemi innan fiskivinnu og ídnað. Í hesum liggur eisini framleiðsla av fiski, keyp, sølu, ráðgeving, luttøka í fíggingarvirksemi í hesum sambandi, og at reka annað virksemi í hesum sambandi.

(savnsmynd)