Fiskidagarnir á dagsskrá

Fiskidagarnir og uppskot um hægri lestrarstuðul er fyrrapartin á skrá í tinginum

Tingfundur verður klokkan 10 í dag. Tá verður fyrsta viðgerð av uppskotinum um fiskidagar í fiskárinum, sum fevnir um tíðarskeiðið frá fyrsta september til 31. august 2017. Hetta er síðsta fiskiárið, áðrenn ætlaða nýskipanin av fiskivinnulóggávuni skal galda frá fyrsta januar 2018.

 

Tað er sannlíkt, at tað fer at vera trongligt á áhoyraraplássunum fyrrapartin. Í gjár høvdu felagið Línuskip, felagið Trolbátar og Meginfelag Útróðrarmanna fund á Hotel Runavík. Feløgini góvu til kennar, at tey eru ógvuliga misnøgd við uppskotið um fiskidagar, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lagt fyri tingið, og sum verður viðgjørt í dag.

Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap skal lógin við ásetingunum um fiskidagar vera samtykt og lýst í seinasta lagi 18. august. Eftir fyrstu viðgerð verður málið beint vinnunevndini at viðgera.

 

Umframt uppskotið um fiskidagar er fyrsta viðgerð um sølu og avhending av Lív á skránni. Tað málið verður beint í fíggjarnevndina at viðgera.

 

 Og so verður fyrsta viðgerð av uppskoti um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul. Uppskotið gongur út upp á at hækka studningin til lesandi á hægri lestri, studning til einsamallar uppihaldarar 12. mánaðin og um at hækka barnastudningin. Hetta málið verður beint mentanarnevndini at viðgera.