Fiskidagaskipanin er ikki klár at taka ímóti skerjingum

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Tórbjørn Jacobsen, hevur fleiri ferðir víst á, hvussu nógvir fiskidagar í ymisku bókunum ikki verða brúktir, og at tað tí ikki skuldi havt so stóra ávirkan á skipa-og bátarakstur, um dagatalið verður munandi skert

Fiskidagar

 

Landsstýrið hevur við sínum uppskoti um søguliga stórar skerjingar í talinum av fiskidøgum sett út í kortið ein yvirskipaðan fiskivinnupolitikk, ið ætlandi skal byggja á burðardygga fiskiveiði, sum tað verður rópt.

Samstundis, sum Tórbjørn Jacobsen hevur skotið upp at minka um fiskidagatalið í skipanini við 20% fyri trolveiði og 50% fyri húkaveiði, hevur hann víst á, at hópur av fiskidøgum liggja óbrúktir í skipanini.

Men hjá skipa-og bátaeigarum, sum við ætlaðu skerjingunum koma at vanta dagar, er spurningurin, hvussu teir kunnu fáa fatur í óbrúktum døgum undir verandi fiskidagaskipan.

Taka vit ein útróðrarbát, sum Kallanes í Klaksvík, sum fiskar í bólki 4b, hevur hesin 84 fiskidagar. Men skulu teir, sum eiga og reka bátin, hava eina líkinda vinnu, skulu teir eitt vanligt ár helst hava einar 120 fiskidagar. Soleiðis vantar Kallanesi longu við verandi fiskidagatali – og undan ætlaðu skerjingunum – einar 40 fiskidagar.

Um uppskotið hjá Torbirni Jacobsen hevði verið samtykt í óbroyttum líki, hevði Kallanes staðið eftir við 44 fiskidøgum og hevði nú vantað einar 80 dagar til líkinda rakstur.

Fiskidagar kunnu seljast og keypast, men treytin fyri at sleppa at selja, er, at viðkomandi bátur, sum vil selja, í minsta lagi hevur brúkt 60% av sínum fiskidøgum árið fyri.

 

Skipanin ikki klár

Kallanes er eitt dømi, og rætt er, tá fiskimálaráðharrin sigur, at ein heil fiskiveiðiskipan kann ikki byggja á viðurskiftini hjá einum útrórðarbáti.

Men tað eru fleiri skip og bátar, sum saman við Kallanesi renna seg í henda sama trupulleika og soleiðis hava ov fáar fiskidagar til líkinda rakstur.

Tórbjørn Jacobsen ásannar, at fiskidagaskipanin ikki er klár til at taka ímóti ætlaðu skerjingunum.

- Fiskifrøðisliga ráðgevingin byggir á lívfrøðiliga grundarlagið og á ”massan”, sum hann tekur til, og í hesum førinum verður ivaleyst hugsað um gýtingarstovnin.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann sum tað einasta rætta í tíðum, sum hesum, nú altjóða samfelagið setir kikaran á burðardygga veiði, hevur gjørt av at fylgja fiskifrøðiligu ráðgevingini.

- Men eg ásanni, at neyðugt verður at hyggja upp á strukturin í allari fiskiveiðiskipanini, soleiðis at óbrúktir dagar, sum eru í henni, kunnu koma til sættist, har brúk er fyri teimum.

Tórbjørn Jacobsen sigur, at landsstýrið hevur lagt seg eftir at seta ein yvirskipaðan og burðardyggan fiskivinnupolitikk út í kortið, og síðan verður neyðugt at tillaga sjálvan strukturin í okkara fiskiveiðiskipan.