Fiskidagaskipanin fyri fiskiskapin undir Føroyum, heldur áfram í eitt ár afturat. Tað er ein av broytingunum í nýggja uppskotinum í fiskivinnunýskipanini. Tað vil siga, at ikki fyrrenn 1. januar í 2019 kemur kvotaskipanin í gildi, heldur enn 1. januar í 2018.
Kvotaskipanin fer at verða galdandi fyri bólk tvey og bólk trý, sum eru trolarar og línuskip. Skipini fáa eginkvotur, sum verða settar eftir tí, sum er eftir av mest loyvdu veiðini tá kvotabýtir, hjáveiða, rannsóknir, royndarfiskiskapur og menningarætlanir er drigið frá.
Eginkvoturnar á einstøk fiskasløg verða ásettar eftir ein býtið, har tríggir fjórðingar verða ásettir eftir fiskiskapi í føroyskum sjógvi frá 2012-2016 og ein fjórðingur verður ásettur eftir lutfalsliga partinum av fiskidøgum, sum hvørt einstakt fiskifar hevði tan 31. august 2017. 10% av kvotunum kunnu flytast til árið eftir, eins og fiskifør kunnu fiska 10% omanfyri eginkvotuna. Ovurfiskingin verður drigin frá árið eftir.
Tá heildarkvotan fyrstu ferð uppum eitt ásett mark, skal tann nøgdin, ið er omanfyri markið bjóðast út sum sølukvota. Mørkini eru 7200 tons av toski á landgrunninum, 3330 tons av hýsu í føroyskum sjógvi og 38,200 tons av upsa í føroyskum sjógvi.
Alt, sum fer uppum hesi mørkini verður boðið út sum sølukvotur. Tað er galdandi inntil heildarkvotan hækkar heildarkvotan upp til 9600 tons av toski, 4440 tons av hýsu og 50,933 tons av toski. Alt, sum er omanfyri tað, skal seljast sum uppboðsskvotur, sum er eitt stutttíðarrættindi fyri eitt ár.