Fiskiflotin: Sáttmáli ella sáttmálaloysi

- Tað er ikki við semingsstovnin, at semjan skal gerast, men millum feløgini, sum eru partar í málinum, sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður, sum ásannar, at Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag hava staðið rættiliga langt frá hvørjum øðrum í sáttmálaspurninginum

Samráðingar

Tað er torført at spáa um úrslit, sum endalig støða skal takast til eftir dead-line á bløðunum, men sum kortini eru avgjørd, tá ið blaðið er á gøtuni.
Soleiðis er við sáttmálatrætuni millum Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag.

Avgerð í gjár

Í gjár klokkan 14 skuldu feløgini svara semingsstovninum upp á nýggja semingsuppskotið, sum stovnurin legði fyri partarnar týsnáttina.
Fyrra semingsuppskotið varð vrakað av báðum pørtum fyri góðari viku síðan, og í gjár skuldi so hetta seinna semingsuppskotið standa sína roynd.
- Sjálvandi gera vit eitt semingsuppskot, sum vit vóna, at partarnir kunnu góðtaka, soleiðis at sleppast kann undan verkfalli ella verkbanni í fiskiflotanum. Men tað er ikki við semingsstovnin, at semjan skal gerast, men millum feløgini, sum samráðast um nýggjan sáttmála, sigur Terji Sigurðsson, sum fyrrapartin í gjár ikki vildi gera nakrar viðmerkingar til, um hann væntaði semju ella verkfall.
Hann vildi heldur ikki siga nakað um, hvat liggur í hesum nýggja semingsuppskotinum í mun til tað fyrra, sum bæði feløgini vrakaðu.
- Tað er ikki rætt av semingsstovninum at úttala seg um innihaldið, og vit hava eisini mælt feløgunum til at siga minst møguligt, soleingi samráðingar eru. Men skal nakað sigast um detaljurnar í stríðnum millum partarnar, nú roynt verður at finna semju, mugu tað vera feløgini sjálvi, sum gera tað.

Gera støðuna upp

Terji segði fyrrapartin í gjár, at semingsstovnurin fór at gera støðuna upp, tá ið svarið hjá feløgunum fyrilá.
- Vit hava kallað samráðingarnevndirnar til fundar á Hotel Hafnia í dag klokkan 14, og vit hava einki á skránni í framhaldi av tí svari, sum feløgini koma við.
Hann sigur, at orsøkin til, at flotin ikki longu er lagdur orsakað av sáttmálatrætuni, er, at feløgini hava verið samd um, at sáttmálin heldur fram, meðan samráðst verður.
- Skuldi tað hent, at feløgini vraka semingsuppskotið í dag, er sáttmálaloysi ? um feløgini ikki semjast um at gera eina nýggja avtalu og nýggja semingsroynd.
Terji sigur, at semingsstovnurin hevur brúkt tær heimildir, sum eru í lógini, og tað hevur verið ein treyt hjá stovninum, at sáttmálin heldur fram, soleingi samráðst hevur verið.
Spurdur, um tað kann hugsast, at annað felagið góðtekur semingsuppskotið, meðan hitt vrakar og kortini ynskir at samráðast víðari um onkrar detaljur, sum so kunnu loysa málið, um hesar fáast upp á pláss, sigur hann:
- Eg vil ikki avvísa nøkrum, og tað er upp til feløgini, um tey vilja halda fram, um so verður.
Terji Sigurðsson endurtekur, at semingsstovnurin hevði einki á skránni í framhaldi av tí, sum verður svarið hjá feløgunum klokkan 14 í gjár.

Seming í trý ár

Terji Sigurðsson og Jóannes Djurhuus eru tilnevndir semingsmenn fyri privata arbeiðsmarknaðin frá oktober í 2004 at rokna ? og trý ár fram.
- Jú, tað er stríggið at vera semingsmaður, tá ið træturnar eru torførar at loysa, sigur Terji Sigurðsson, sum ásannar, at rættiliga torført hevur verið at rokkið eini semju millum Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag í hesum umfari.
Í skrivandi stund vita vit ikki, hvat hendi klokkan 14 í gjár, tá ið feløgini skuldu svara semingsmonnunum uppá seinna semingsuppskotið.