Fiskikapping við tráðu á Skálafjørðinum

Tilmelding fer fram við Kafé Hópin á Toftum frá klokkan 11 í morgun og úteftir. Luttakarar kunnu vinna alt frá fartelefonum um góð gávukort til flottastu tráður. Hetta er onnur fiskikappingin við tráðu, sum borðtennisfelagið Nykur skipar fyri. Hin var í fjør heyst, og nú verður so aftur kappast í dag.

Klokkan 12 byrjar kappingin, men fólk kunnu tekna seg allan dagin og byrja at fiska. Klokkan 18.30 skulu allir luttakarar verða komnir aftur, har teir tilmeldaðu seg við Kafé Hópin. Luttøkugjaldið fyri hvørja tráðu er 100 krónur, og agn kann eisini keypast á staðnum.

Ein rúgva av góðum vinningum eru í kappingini. Handanin til vinnararnar verður, tá veiðan er tald upp, og tað verður Bill Justinussen, løgtingsmaður, sum fer at handa virðislønirnar.

Eftir kappingina verður ?opið hús? í Kafé Hópinum, har okkurt verður til undirhalds - og har fæst eisini eitt hvørt at eta og leska sær við.

Fyrireikararnir vænta stóra luttøku til kappingina. Í fjør heyst vóru sjeyti luttakarar, men hesaferð vænta fyrireikararnir í minsta lagi tvífalt so stóra undirtøku, tí nú kann fiskast um allan Skálafjørðin.

Ikki færr enn 19 vinningar eru í sjálvari kappingini, og vinnarar skulu finnast í nógvum ymiskum bólkum, so lætt verður hjá nógvum at ogna sær vinning.

Vinningar verða givnir fyri størsta tal av fiski, og her fáa bæði nr. 1, 2. og nr. 3 vinning.

Góðir vinningar eru eisini fyri eitt nú størstu vekt, longsta fisk, tyngsta fisk, størstu skrubbu, stuttligasta/ sjaldsamasta fisk, flest metrar av longu, flest sløg av fiski umframt aðrar kappingar um allar hesar 19 vinningarnar.