VEIÐUMENN
Jan Müller
Teir hava fingið tað inn við móðurmjólkini. Soleiðis plagar ofta at verða tikið til. Tá ið tað snýr seg um veiðumenn og fiskikløur, hóskar henda vendingin ikki heilt. Heldur eru tað synir, sum hava gingið í faðirsins fótasporum, tá ið tað hevur rátt um at fáa fisk.
Kristian Martin Rasmussen eigur Christian í Grótinum og Norðborg saman við synunum – Jón, Eyðuni og Boga. Jón og Bogi eru skiparar, og Eyðun er maskinmaður. Eyðun tekur sær av virkseminum á landi, og hinir báðir eru á brúnni. Teir hava báðir verið skiparar, síðani teir vóru blaðungir, og tað hevur ligið væl fyri at fáa fisk. Tað hava teir ikki frá fremmandum.
Síðani miðskeiðis í sjeyti árunum hevur eitt skipanavn í Klaksvík verið Christian í Grótinum. Fyrri Christian í Grótinum varð bygdur á Skála Skipasmiðju, og tann seinni varð bygdur í Chile í 1998. Maðurin, sum skipini eru uppkallað eftir, var langabbi at ungu skiparunum. Christian í Grótinum var ættaður undan Gøtueiði. Hann giftist í 1905 til Klaksvíkar, og búsettist í Selheyggjatrøðni, sum hann hevði keypt helmingin av.
Christian í Grótinum var tiltikin skilagóður útróðrarmaður í Klaksvík, og tað lá væl fyri hjá honum at fáa fisk.
Marianna og Christian í Grótinum fingu átta børn. Tvey doyðu sum smá – ein genta og ein drongur. Fimm gentur og ein drongur komu undan. Drongurin var yngstur. Hann varð nevndur Palli hjá Mariannu. Tað navnið komast flestu føroyingar við.
Palli var sonn fiskiklógv. Hann var útróðrarformaður við deksbátinum Kvikki, og tá ið hann var farin at føra skip, róði hann millum túrarnar nógv út við opnum báti. Meinkunnugur við mið og ýtir og streym og veður og vind.
Millum skipini, sum hann førdi, var Polarstjørnan, sum Kjølbro átti. Seinni førdi Palli línuskipini Klakk og Jákup B, sum komu til Klaksvíkar í 1962. Í 1967 fór hann umborð á Borðoyarnes, sum var stórt yvirdekkað línuskip, sum Kjølbro hevði latið byggjað á Skála Skipasmiðju. Nøkur ár seinni keypti Palli saman við øðrum Borðoyarnes, sum hann førdi, inntil hann legðist uppi.
Kristian Martin Rasmussen, sonur Lenu, ið var ættað úr Oyndarfirði, og Palla, sigldi við pápanum við Polarstjørnuni og línuskipunum hjá Kjølbro. Kristian Martin var blaðungur, tá ið hann gjørdist stýrimaður og skipari, og hann og pápin skiftust um at føra Borðoyarnes, sum royndi á Flemish Cap.
Tá ið fyrri Christian í Grótinum var bygdur, slepti Kristian Martin línufiskarínum. Síðani hevur hann verið skipari á Christiani í Grótinum. Bæði tann fyrri og tann, sum nú er í vinnu, hava roynt við nót og troli eftir sild, makreli, lodnu og svartkjafti. Tað lá væl fyri hjá Kristian Martini, tá ið hann royndi við línu, og hóast hann fór undir veiðuhættir, sum hann ikki hevði roynt áður, so hevur tað eisini ligið væl fyri við troli og nót.
Synirnir hava allir siglt við pápanum. Evnini at fáa fisk, sum langabbin og abbin og pápin hava havt, eru framvegis eyðsýnd, og nú eru tað dreingirnir hjá Jonelisu og Kristian Martini, sum saman við pápanum hava ábyrgdina av Christiani í Grótinum og Norðborg.
Christian í Grótinum og Norðborg hava ført stórar nøgdir og virði til landið. Um stutta tíð fáa teir nýggja Norðborg í flotan.