Innbjóðing
Innbjóðingin er send, men enn eru eingi svar komin uttan úr heimi.
Tað ljóðar næstan, sum ein apríl-søga, men sonn er hon; tað er vist.
Nýggi fiskimálaráðharrin, Jákup Vestergaard, hevur bjóðað fleiri týðandi monnum til Føroya í samband við stóru fiskivinnustevnuna, sum verður í Runavík í døgunum, 29. apríl til 1. mai.
Jákup hevur nevniliga sent innbjóðing til fiskimálaráðharrarnar í Íslandi, Grønlandi, Noregi, Kanada, Ruslandi og Chili. Haraftrat er fiskivinnukommiserurin hjá ES, Frans Fischler, boðin higar til lands.
Sum skilst, er endaliga skráin fyri fundin, sum ætlandi verður umborð á nýggju Norrønu, 28. apríl, ikki løgd enn.
Eingi svar
Í Fiskimálastýrinum siga tey, at innbjóðingin nýliga er send, men enn duga tey ikki at siga, hvør fer at taka av henni.
Tá ið fiskivinnustevnan verður, fer nýggja Norrøna at liggja í Saltangará sum hotel-skip. So, karmarnir um hendan fundin, kunnu neyvan verða betur.
Hugsandi er, at Jákup Vestergaard ætlar, at fundurin millum hesar høgu harrar í fyrsta lagi skal snúgva seg um viðurskifti av felags áhuga.
Og hesi viðurskifti kunnu fevna víða, tó í fyrsta lagi um fiskivinnumál.