Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Føroya Fiskimannafelag
-----------------------
Tað kann vera torført at staðfesta, hvussu veruliga gongdin hevur verið, síðan formansskifti í FF, tí kunningarvirksemið hjá felagnum, sum frammanundan var tað størsta hjá nøkrum fakfelag í landinum, er mest sum burturdottið við skiftinum.
Sjálvt ikki ársfrágreiðingin fyri 2007 er atgongilig á heimasíðu felagsins. Tað er júst í eini slíkari ársfrágreiðing, at kósin hjá einum felag skal lýsast. Men tað skal bøtast um hetta í hesi grein.
Skrivligi parturin av fyrstu ársfrágreiðingini hjá Jan Højgaard fyllir 4-5 síður.
Stutt kann sigast, at hon lítið meira enn eitt uppkók av tí, sum hann førdi fram undan formansvalinum.
Tað sæst ikki, at nøkur serlig ítøkilig stig eru tikið til at loysa tey mál, sum Jan Højgaard segði seg leggja so stóran dent á.
Starvsfólk á trygging er “brotsmannalið”
Ársfrágreiðingin saman við tí sindri, sum er lagt á heimasíðuna hjá FF lýsir væl arbeiðsháttin hjá Jan Højgaard.
Eitt mál, sum hann koyrdi nógv upp á til valið, var tryggingarviðurskifti. Her skuldi so verið nóg mikið at farið í holt við. Tað sæst ikki, at nakað ítøkiligt er gjørt í 2007.
Men hinvegin verður lagt eftir tryggingini og hennara starvsfólki. Hon verður løgd undir “ágang móti fiskimonnum” og tey, sum standa aftanfyri, “skuldu fingið harða revsing” fyri sínar “óndu skarnsgerðir” móti fiskimonnum.
Á heimasíðuni varð sagt seinasta ár:
”(Tað) hoyrist í dagligari talu, at tryggingin verður sammett við brotsmannalið. Eisini hevur verið frammi, at starvsfólk hjá tryggingini fáa bonus, um tey gera eitt gott arbeiði. Um so er, so kunnu vit spyrj,a hvat merkir gott arbeiði? Merkir tað, at um ein sparir tryggingini pengar, so hevur ein gjørt eitt gott arbeiði? Líka mikið, um viðskiftafólkið hevur rætt til eitthvørt endurgjald?”
Sum tað sæst, verður dúgliga róð upp undir, at starvsfólk fáa egnan vinning burtur úr at nokta viðskiftafólkum tað endurgjald, tey hava rætt til!
Forfylgdur fólkabólkur
Í einum øðrum broti verða fiskimenn sammettir við ein forfylgdan fólkabólk í Burma, har stýrið er kent fyri sítt harðræði. Sambært Jan Højgaard er motivið bæði her í Føroyum eins og í Burma ”óndskapur, og fúlar og andstyggiligar lygnir.”
Í hesum sambandi verður eisini sagt:
”Tað, at tað hevur eydnast almennu kraddarunum at fáa so nógvar føroyingar at hata fiskimenn, fyllir ein við ræðslu. Tí, tá tú fært slongt líkt og ólíkt upp í andlitið, so lýsir hatrið eisini av teirra eygum.”
Í einum øðrum sambandi verður sagt:
”Tað er sera strævið at fundast við almennar nevndir. Tú situr har einsamallur millum eina fjøld av almennum kraddarum, sum einans hava eitt endamál, og tað er at súgva sum mest til sín, sum okkara heiðurligu fiskimenn forvinna. Tey… skuldseta fiskimannin fyri bæði líkt og ólíkt…”
Í samband við ALS verður sagt, at tað er “óndskapur”, sum ger at fiskimenn í ávísum førum einki fáa.
Fiskimenn sum ólukkudýr
Høvuðsendamálið hjá Jan Højgaard tykist vera at gera fiskimenn til ólukkudýr, sum verða hataðir av restini av samfelagnum.
Tað sama er við fiskimannakonum. Sagt verður, at “hvørja viku ringja grátandi kvinnur” til FF.
Eg havi sjálvur tosað við hundraðir, kanska túsundir, av fiskimannakonum gjøgnum árini. Eingin teirra hevur grátið!
Tað tykist, sum at Jan Højgaard livir í eini fantasiverð av meira ella minni uppfunnum fíggindum, sum hann so skal berjast ímóti - í leysari luft.
Her er eitt orðalag, sum ikki hevur sæð sín líka í eini ársfrágreiðing.
Hetta kann bert skaða umdømið hjá felagnum og seta restina av samfelagnum upp ímóti fiskimonnum. Úrslitið verður hareftir.
Samráðingarnar
Patentloysnin hjá Jan Højgaard er at leggja flotan uttan mun til hvat mál, tað snýr seg um! Verkfall verður nevnt í minsta lagi einaferð á hvørji síðu í ársfrágreiðingini.
Fyrsta stóra royndin í so máta var samráðingarnar við Reiðarafelagið herfyri.
Jan Højgaard lovaði fiskimonnum, at uttan mun til hvørjar broytingar, teir ynsktu í sáttmálanum, so skuldi hann fáa tær framdar, sum um samráðingar vóru eitt sjálvtøkuborð!
Hann boðaði eisini frá á heimasíðuni hjá FF, at “tá ið samráðingar verða við reiðararnar í heyst, fara fiskimenn at krevja, at hýruprosentið verður munandi hækkað. Fiskimenn skulu nú hava munandi meiri í inntøkum. Tað verður eitt treytaleyst krav...”
Áhaldandi hóttanir
Sum tað skiltist, vóru samráðingarnar herfyri ein áhaldandi hóttan um at leggja flotan grundað á krøv, sum sjálvsagt fekk reiðarafelagið at koma við tilsvarandi mótkrøvum.
Verkfall varð enntá lýst, áðrenn semingsstovnurin kom uppí, sum neyvan er hent fyrr. Tað tykist at vera greitt, at frá byrjan av var áhugin fyri verkfalli størri enn áhugin fyri semju.
Nú endaði so verkfallið við einum kontantum úrsliti upp á 5 krónur um dagin upp á eftirlønina, har kravið upprunaliga var 200 krónur. Fyri árið er hetta 1.000-1.500 krónur. Hetta er minni, enn fiskimenn hava mist hvønn einstakan fiskidag, teir lógu av verkfallinum.
Skal ikki siga, at meira kundi fingist burtur úr. Men ein og hvør annar samráðingarleiðari hevði kunnað fingið hetta úrslit - uttan verkfall. Áðrenn verkfallið varð lýst, høvdu reiðarar bjóðað sær at sleppa spurninginum um oljuna. Teir høvdu eisini meira ella minni bjóðað 5 krónur fyri hvønn mannin í eftirløn um dagin. Umframt hetta fekst so eisini stytting av túralongd. Men hetta eru mál, sum fyrr hava kunnað verið loyst uttan verkfall.
Krevur skattahækking fyri egnar limir!
Í ársfrágreiðingini er eingin umrøða av Samtak, sum Jan Højgaard hevur krøkt seg uppí, uttan at tað sæst, at hetta á nakran hátt hevur gagnað fiskimonnum. Tað er heldur hin vegin.
FF kann hava fleiri felags áhugamál við arbeiðarafeløgini, men ikki øll.
Hetta sást, tá ið Samtak, eisini vegna FF, kravdi samtykta skattalættan fyri 2008 afturtiknan. Har kundi ein skilja arbeiðarafeløgini, tí hesin skattalætti var nærum eingin fyri arbeiðarainntøkur.
Fyri fiskimannainntøkur var hesin lætti um 6.000 krónur – ella fimm ferðir vinningin í nýggja sáttmálanum. Henda skattalætta krevur formaðurin í FF tiknan aftur!
Hetta krav er endurtikið í tí ynskilista, sum Samtak hevur sent komandi samgongu, har tað eisini verður kravdur progressivur kommunuskattur, sum bert kann merkja enn størri skatt fyri hampiligar fiskimannainntøkur.
Hetta kann ikki merkja nakað annað enn, at Jan Højgaard arbeiðir beinleiðis ímóti áhugamálum hjá fiskimonnum.
Veruleikin er kanska, at tað eru uttanfelagsfólk, sum í veruleikanum lýsa sjónarmiðini hjá Fiskimannafelagnum.
Virksemið er skorið inn á bein
Stutt kann sigast, at virksemið hjá FF sum heild er skorið inn á bein, og felagið er harvið sett mong ár aftur í tíðina. Sjálvt upplagda uppgávan at vera partur av skipanini fyri prísáseting á ráfiski, sum er uppbygd av FF frammanundan, er slept.
Sjálvsagt er nógv, sum kann gerast betri fyri fiskimenn, men tað verður neyvan eftir hesi uppskriftini. Mál kunnu bert loysast við einum miðvísum arbeiði fyri at undirbyggja síni sjónarmið. Hetta krevur førleika, sum ikki er nøkur sjálvfylgja.
Hetta gerst so ikki við at seta øll í samfelagnum upp ímóti fiskimonnum, sum tað verður gjørt.