Í morgin, hósdagin 28. desember, hevur Føroya Fiskimannafelag sín árliga landsfund á Panorama í Hotel Hafnia.
- Á fundinum verður lagt upp til broytingar í lógum felagsins, sigur felagið í stuttum tíðindaskrivi í dag.
Jákup Petur Bærentsen frá fyritøkuni Stýr fer at greiða frá um fiskiárið 2023 í tølum og við áhugaverdum samanberingum.
Tiltakið hjá Fiskimannafelagnum byrjar við morgunmati klokkan 9.30, og klokkan 10.00 byrjar sjálvur landsfundurin, har seks mál eru til viðgerðar:
* frágreiðing frá virki felagsins í farna ári
* framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
* val av grannskoðara
* ásetan av limagjaldi
* uppskot frá stjórn og limum
* annað
Umleið klokkan 11.30 fer Jóan Petur Bærentsen at leggja fram sína frágreiðing. Eisini fer kórið Silvitni at syngja nakrar sangir.