Fiskimenn ókeypis hjálp móti pínu

Danskir fiskimenn, sum hava eina pensjónstrygging hjá PensjonDanmark, eru tryggjaðir ókeypis atgongd og viðgerð á heilsumiðstøðum kring landið

Danmark

Á hesum støðum eru fysioterapeutar, kiropraktorar og aðrir viðgerarar, sum kunnu veita skjóta hjálp, um trupulleikar eru við eitt nú ryggi, akslum og øðrum pørtum av kroppinum.

Út við 100 slík viðgerðarstøð eru um alt Danmark, har fiskimenn við nevndu trupulleikum kunnu fáa ókeypis hjálp, um teir eru limir í PensjonDanmark.

Herfyri hevði fyrisitingarstjórin í PensjonDanmark, Torben Møger Pedersen, fund við leiðsluna í Danmarks Fiskeriforening, ið eisini er felagið hjá fiskimonnum.

Á hesum fundi greiddi hann frá teimum tilboðum, sum pensjónskassin hevur fyri fiskimenn og aðrar limir í tryggingini.

Torben Møger Pedersen legði dent á møguleikan hjá fiskimonnum at koma í telefonsamband við PensjonDanmark ein stóran part av degnum og kvøldinum við og vísti á, at bíðitíðin til viðgerð er stutt.

- Tað kann koma væl við at fáa eina hjálpandi - ókeypis - hond, tá tú ert sjúkur, segði hann.

Á fundinum greiddi fyrisitingarstjórin eisini frá øðrum møguleikum og rættindum, sum limirnir í PensjonDanmark hava.