Fiskiskapurin kundi verið betur

- Streymurin verður brúkiligur, men veðrið verður óstøðugt teir næstu dagarnar.

 

Seks ísfiskalínuskip eru í løtuni til fiskiskap og helst fara onkur skip út aftrat teir næstu dagarnar. Øll ísfiskalínuskipini fiska undir Føroyum.

- Vit vænta, at trý ella fýra skip koma inn at landa mánadagin, og síðan koma hini seinni í vikuni. Men, fiskiskapurin hjá línuskipum kundi verið betur.

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

Aftrat ísfiskalínuskipunum, eru eisini fimm frystilínuskip til fiskiskap. Eitt skip fiskar í íslendskum sjógvi, og seks fiska í føroyskum sjógvi.

- Streymurin verður brúkiligur, men veðrið verður óstøðugt. So, vit rokna ikki við so nógvum útróðri í næstu viku, verður lagt aftrat.