Fiskivinnan skal vera á fáum hondum

Jacob Vestergaard vil ikki skapa ótryggleika og taka frá teimum, sum hava dugað væl

Fiskivinnan í Føroyum skal vera á nøkrum fáum, sterkum hondum.

Tað heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

 

Í fiskvinnutinginum í Klaksvík mikukvøldið, gjørdi hann greitt, at í Føroyum skulu vit hava heldur færri enn fleiri reiðarí í fiskivinnuni.

 

- Tá fara tey reiðaríini sum eru í vinnuni, at verða nóg sterk til at tey kunnu lyfta føroysku fiskivinnuna longri fram á leið og hava tey bestu skipini.

 

 - Tað fer at gera tað møguligt hjá teimum at virðisøkja fiskatilfeingið mest møguligt og kanska finna upp á nýggjar framleiðsluhættir.

 

Hinvegin vísir andstøðan vísir á, at sum skipanin er nú, verða fiskirættindi handlað fyri stórar upphæddir. Avleiðingin er, at útlendingar eiga ein stóran part av fiskivinnuni og tað stendur teimum frítt fyri at leggja alla føroysku fiskivinnuna undir seg.

 

Tí hava flokkar í andstøðu róð framundir, at vit fáa eina uppboðssølu, har vit byrja í smáum við at selja nøkur fá prosent av fiskirættindum á uppboðssølu tey fyrstu árini, men at prosentparturin so verður øktur, sum frálíður.

 

Tað fer at tryggja øllum áhugaðum javnbjóðis rætt at sleppa fram í fiskivinnuni.

 

Men Jacob Vestergaard ger greitt, at hann vil ikki vita av einum fiskidagamarknaði ella at fiskidagar skulu seljast á uppboði.

 

- Tað er líka við, at tað verður yvir mítt lík, sigur hann, tá ið hann verður beinleiðis spurdur.

 

Hann vil heldur ikki vitað av eini skipan við uppboðssølu, har byrjað verður í smáum. Einasta endamáli, tað tænir, er at máa støðið undan skipanini, har fiskirættindi verða luta út.

 

Hinvegin tvíheldur hann um, at vit skulu framhaldandi hava eina loyvisskipan, har fiskirættindi verða lutað út.

 

Tað er tann skipanin okkara kappingarneytar í Íslandi, Noregi og í ES hava.

 

- Vit skulu ikki hava fleiri skip í fiskivinnuna. Tvørtur ímóti royna øll at effektivisera og et leggja loyvi saman við tí endamáli at fækka um skipini fyri at fáa meiri burtur úr.

 

Jacob Vestergaard sigur, at tað krevst kapitalur fyri at koma upp í vinnuna, sama, hvør skipanin er. Men skipanin vit hava nú, ber í sær, at reiðarar keypa og selja skip og loyvir sínamillum.

 

Tí hevur vinnan klárað at laga seg til fyri at fáa sum mest burtur úr.

 

- Skalt tú fáa fígging til eitt skip, má trygd fáast fyri fiskirættindum í eitt ávíst áramál og trupulleikin við eini uppboðssølu er, at hon gevur ikki tað trygdina.

- Tí fer uppboðssølan at skapa ótryggleika og hon fer bara at taka frá teimum, sum hava klárað at effektivisera, heldur Jacob Vestergaard.