Fiskivinnan umhugsar at stovna sítt egna skipafelag

­ Misnøgdin við fiska- útflutningin er so stór, at fiskaútflytarar umhugsa at stovna sítt egna skipafelag.

­Kunnu skipafeløgini, sum eru, ikki geva okkum tær tænastur, vit vilja hava, mugu vit sjálvir taka um endan...

Tað er nógv sum bendir á, at vit fáa eitt skipafelag afturat í Føroyum.

Teir, sum útflyta fisk í Norðoyggjum eru so illa nøgdur við flutningsmøguleikarnar av fiskavørum úr Føroyum, at teir nú eru farnir at kanna møguleikaranar at skipa sítt egna skipafelag, sum kann flyta teimum fiskin niður á marknaðin.

­Vit halda, at tað er alt ov lítið við einari fráferð úr Føroyum um vikuna. Og vit halda eisini, at vit í Norðoyggjum fáa alt ov vánaligar sømdir afturímóti fiskaútflytarum í øðrum pørtum í landinum, sigur Jógvan Høj, stjóri í Norfra í Norðdepli.

Men hann dylir heldur ikki fyri, at ein grund til at norðoyingar umhugsa hendan møguleikan, er, at teir halda, at flutningurin er ikki nóg álítandi, sum er.

­ Tað er eingin loyna, at skipini eru gomul og slitin. ­ Og í vetur hevur báturin øgiliga ofta verið ov seinur. Og saman við tí, at bara ein fráferð er, ger, at tænastan ikki á tí støði, sum hon átti at verið.

­ Ikki tí. Sjálvir merkja vit tað ikki so nógv, tí táið okkara vøra er komin umborð, eru vit leysir av henni.

­ Tó so kann tað verða ein trupulleiki í longdini um fiskakeyparar niðri í Evropa missi álitið á okkum sum leverandørar, tí so vilja teir ikki betala so høgan prís fyri tann føroyska fiskin, sum teir annars høvdu- ella teir fara at keypa fisk aðrastaðni frá.

­ So í síðsta enda kann tað verða okkara trupuleiki heldur Jógvan Høj.


Høvdu fingið betri prís

Hann sigur, at tað, sum teir eru mest misnøgdir við, er, at tað er bara tann eina fráferðin úr Føroyum.

­ Vit vildu helst havt tríggjar fráferðir. Tí ikki fyrrenn tá fáa vit tað neyðugu følingina við marknaðinum og tann besta prísin.

­ Tann, sum fæst við feskan fisk, má vera við alla tíðina. Tað er sum at rógva út. Tann, sum rør út dag um dag, hevur føling við, hvussu fiskurin ferðast og fær tí meiri enn tann, sum bara rør út einstakar dagar.

­ Somuleiðis er tað við útflutningi av feskum fiski: ­ Tann, sum er við hvønn dag, og er álítandi, fær betri prís enn tann, sum bara er við eina ferð um vikuna, og ikki altíð er líka álítandi.

Jógvan Høj sigur, at tað er eitt stórt ynski frá keyparunum niðri í Evropa, at vit høvdu fleiri fráferðir um vikuna.

­ Einasti møguleiki, vit hava, umframt skipafelagið, er Eimskip, men teir taka bara heilar bingjur. Og tað er ein trupulleiki hjá smáum útflytarum, sum ikki klára at fylla eina heila bingju.


Ov vánaligar sømdir

Norðoyingar halda eisini, at teir faa alt ov vánaligar sømdir afturímóti øðrum pørtum í landinum.

­ Tað hevur verið so, at skipið hevur verið í klaksvík hósdag eftir fiski, og er farin úr Suðuroy fríggjakvøld.

­ Tað merkir so, at vit hava skula verið klárir við fiskinum hálvtannað samdøgur áðrenn suðuroyingar. ­ Og tað ger okkara kappingarføri nógv verri, tí hvør tími telur, táið tú fæst við feskan fisk og vit vera verri fyri í kappingini um rávøruna, táið vit skulu keypa hálvtannað samdøgur áðrenn suðuroyingarnir.

­ Men beint nú er tað heldur frægari, tí nú fer hann av landinum hósdag.

­ Og tað rakar okkum eisini í hinum endanum.

­ Tí hetta vil so aftur siga, at vit skulu leggja næstu framleiðslu til rættis eina heila viku áðrenn vit sleppa av við fiskin, tí fiskurin, vit keypa, framleiða og avskipa hósdag, er ikki frammi á marknaðinum fyrrenn mánadagin. ­ Og tað vil siga, at tá ið tað gongur so long tíð, frá tí at vit keypa og arbeiða fiskin, til hann er á marknaðinum, fáa vit hava alt ov lítla føling við prísgongdini á marknaðinum.

­ Og samstundis ger tað, at livitíðin í kølidiskinum langt niðri í Evropa verður avmarkað.

­ Tað, vit skera mikudag, verður kanska selt leygardagin vikuna eftir onkustaðni langt niðir í Evropa.

­ Tað høvdu føroyingar ikki kalla feskan fisk.

­ Høvdu vit hinvegin havt fleiri fráferðir úr Føroyum, hevði fiskurin verið feskari og hildi sær longri í kølidiskinum.Og vit høvdu havt nógv betri føling við marknaðinum og vit høvdu havt fingið betri prís.

­ Teir, vit kappast ímóti, t.d. norðmenn, hava samband niður í Evropa fjórðahvønn tíma.

­ Tvs, at táið ein bilur er fyltur, fer hann avstað. Hinvegin skulu vit fylla eitt heilt skip, sum fer einaferð um vikuna.


Okkara egna flutning

Jógvan Høj sigur, at alt hetta hevur gjørt, at fiskaútflytarar í Norðoyggjum hava umhugsað at stovna sítt egna skipafelag, sum kann standa fyri flutninginum.

­ Tað verður nógvur fiskur avskipaður úr Klaksvík um árið. Eini 30.000 tons tilsamans, táið øll fiskavirkini, laksavirkini, roykivirkini og báðir langfaratrolararnir og goymslan hjá Atlantic Cold Storage eru tald uppí.

­ Tað er so mikið stórar nøgdir, at tá ið ongin vil lurta eftir okkara sjónarmiðjum, ja so mugu vit sjálvir til verka.

­ Og tí halda vit, at tað er vert at kanna, um tað ikki hevði borið til at staðið fyri flutninginum sjálvir.

­ Táið tey skipafeløgini, sum eru, ikki kunnu veita okkum ta tænastu, vit vilja hava, eiga vit at umhugsa, um vit ikki sjálvir kunnu taka um endan, so vit fáa ein nøktandi flutning.

Jógvan Høj sigur, at kanningar eru ígongd at vita um tað ber til.

Tað, sum norðoyingar hugsa um er at leiga eitt skip við manning, sum kann sigla í fastari rutu niður á marknaðin við fiski.

Fyrispurningar eru sendir út í ymsar ættir at vita, hvat tað kostar at leiga eitt skip við manning, olju og øllum.

Hann sigur, at kanska verður flutningurin dýrari enn við skipafelagnum.

­ Men vit halda, at verða fráferðirnar fleiri, er tað ógvuliga sannlíkt, at vit fáa so mikið meiri fyri fiskin, at tað loysir seg kortini.

­ Og beint nú hevur Skipafelagið hækka prísirnar eini 30%, so møguleikarnir at skipa okkara egna flutning eru í hvussu so er ikki versnaðir, sigur stjórin á Norfra.

­ Men vit ætla ikki at leypa á leistum. Og vit ætla ikki at bróta nakað niður, sum er. So kunnu tey skipafeløgini, sum eru, veita okkum eina nøktandi tænastu, er tað sjálvandi líka gott. Men tað kunnu tey ikki í løtuni.

Hann leggur afturat, at ætlaða skipafelagið í Norðoyggjum skal vera privat burturav og at tað almenna skal ikki uppí.


Eysturoyingar uppí

Jógvan Høj sigur, at tað er møguleiki fyri, at tað er væl hugsandi at fiskaútflytarar aðrastaðni koma uppí ætlanina.

­ T.d. eru tað partar í Eysturoynni, har tað er líka skjótt, ella skjótari at koma til Klaksvíkar, sum tað er at fara til Havnar.