Fiskivinnan undir luppin í Klaksvík

Eftir framløgurnar í Skálanum, har kend og týðandi nøvn fara at umrøða ymiskar tættir í føroyskari fiskivinnu, verður pallborðsorðaskifti við áhugaverda og viðkomandi evninum í Norðoyggjum, ”Viðurskiftini hjá útróðrar-og línuflotanum”

Ráðstevna

 

Aftur í ár verður skipað fyri stórari fiskivinnuráðstevnu, nú Føroya Sjómannadagur á triðja sinni verður hildin í landsins størsta fiskivinnubýi, Klaksvík.

Stevnan verður í Skálanum í Klaksvík, og lagt verður fyri fríggjadagin, 17. august klokkan 14.

Stigtakarar til ráðstevnuna eru Óli M. Lassen, Jákup Sólstein og Auðunn Konráðsson. Teir hava allir tríggir tilknýti til fiskivinnuna og kunnu sigast at umboða flestu tættir í vinnuni á sjónum.

 

Tungvektarar

Hetta eru aðru ferð, at skipað verður fyri slíkari fiskivinnuráðstevnu í sambandi við, at Føroya Sjómannadagur verður hildin í Klaksvík.

Á ráðstevnuni í Skálanum verða fleiri kend nøvn innan føroysku fiskivinnuna. Vit kunnu siga, at her verða fleiri ”tungvektarar”, sum gjøgnum árini hava sett síni fingramerki á føroyska fiskivinnu.

Teir, ið fara at hava framløgu, eru Kjartan Hoydal, Meinhard Jacobsen, Bjørn Kalsø og grannskoðarafyritøkan Rasmussen & Weihe. Úr Íslandi kemur fiskifrøðingurin, Magnus Thor Hafsteinsson.

Rasmussen og Weihe hava seinastu árini gjørt neyvar greiningar av fiskiflotanum og fiskavirkjunum, og á ráðstevnuni fer umboð fyri fyritøkuna at viðgera gongdina hjá ymisku skipabólkunum.

 

Pallborð um húk

Umframt fyrilestrarnar í Skálanum, verður eisini skipað fyri pallborðsorðaskifti, og her verður evnið ”Viðurskiftini hjá útróðrar-og línuflotanum”.

Við pallborðið sita landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, Kjartan Hoydal, Auðunn Konráðsson, Jákup Sólstein, Anfinn Kallsberg og Meinhard Jacobsen.

At norðoyingar velja at viðgera húkaflotan við pallborðið, er ikki av tilvild. Klaksvíkin og Norðoyggjar annars hava meira enn nakað annað øki í landinum verið neyvt tengt at húkavinnuni upp ígjøgnum tíðirnar.

Og tó.

 

Trolaravinna

Fleiri trolarar eru heimahoyrandi í Klaksvík í dag.

Umframt stóru flakatrolararnar hjá JFK, hava Kósin og Jóhan Páll Joensen keypt fleiri skip, bæði línuskip og ísfiskatrolarar. Hinvegin skerst ikki burtur, at tað er húkurin, sum hevur eyðkent Klaksvíkina fram um onnur økir í landinum.

 

Neyðug tilmelding

Eini 180 fólk vóru á fiskivinnuráðstevnuni í Klaksvík í fjør, og serliga var talan um umboð fyri fíggingarstovnar, tryggingar, stovnar við tilknýti til fiskivinnuna og leiðandi fólk av ymiskum slagi.

Tilmelding til ráðstevnuna fer fram hjá Norðlýsinum á tlf. 456285 ella á [email protected] - og kostnaðurin fyri luttøku er 300 krónur, sum skal gjaldast á konto, 6460 1738668.

 

Øll vælkomin

Óli M. Lassen, ein av fyriskiparunum, sigur, at øll við tilknýti ella áhuga fyri fiskivinnuni eru vælkomin á ráðstevnuna, men neyðugt er at boða frá luttøku, helst í seinasta lagi hóskvøldið, 16. august.

- Vit vóna, at fólk, sum fáast við fiskivinnu – á sjógvi og landi, fara at geva sær stundir at steðga á, nú alt bendir á, at høvuðsvinnan stendur yvirfyri stórum avbjóðingum, sigur Óli M. Lassen.