Fiskivinnupolitikkurin: business as usual

Óli Jacobsen, Argir
-----

At ein bólkur (Makrelbólkurin) úr ovastu politisku leiðslunum er settur at skjóta upp, hvussu partar av fiskiskapinum undir Føroyum skal skipast í ár, staðfestir bert, at onkur óvanlig viðurskifti gera seg galdandi í Føroyum fyri tíðina.

Tað óvanliga er, at ovurhonds stórar nøgdir av makreli seinastu árini hava gjørt innrás í okk­ara sjóøki í jagstran eftir føði. Makrelbólkurin er settur at skjóta upp, hvussu hettar tilfeingið skal býtast millum ymiskar akt­ør­ar

Samstundis meðan henda innrásin av makreli er farin fram, so er fiskiskapurin eftir øðrum fiskasløgum, serliga toski og hýsu, minkaður niður í 1/3 av sokallaðu lang­tíð­arjavnvágini. Havstovan kunngjørdi nú um dagarnar fyribilsúrslit av teirra yvirlitstrol­ingum á landgrunninum fyri 2012. Sambært Peturi Stein­grund, doktara, so vóru úrslitini heldur óvæntað. Í áravís hava verið gjørdar samanberingar millum gróðurin í havinum og tilgongd­ina av toski, og samanberingarnar hava víst, at sveiggini hava fylgt gróðrinum. Eftir trý ár á rað við nógvum gróðri var roknað við meira toski, men støðan og útlitini eru vánalig.

Sambært Peturi Steingrund bendir ymiskt á broytingar í havinum, t.d. er meðalhitin hækkaður, yndisføðin hjá toski (nebbasild) hevur lítið og einki verið av, men einki svar frá Peturi Steingrund um hví so er. Spurdur um, hvørt nógv veiða er ein orsøk til vána­ligu støðuna, varð svarað, at tað ikki kundi útilokast. Svarið hjá Peturi Steingrund gevur ábendingar um, at teir ikki hava eina neyva mynd av, hvat hendir á grunninum; kanska kunnu vit siga, at talan er um eina støðu­­­mynd, har teir ikki duga at greiða frá, hvussu fyribrigdini á myndini eru íkomin. Hettar undir­strikar eisini, at fleiri parametur skulu brúkast at greiða fløkj­una í havrúminum.

Tað var hvørki Havstovan ella fiskivinnuumsitingin, men Reiðarafelagið, ið legði fram fakliga grundarlagið fyri makrel­kravinum. Í hesum tilfari varð víst á ein sera óhepnan saman­hang millum øðrumegin gýting hjá upsa, toski og hýsu og hinumegin stórar nøgdir av makreli í før­oyskum sjóøki beint eftir gýtingina. Fleiri kanningar, sum gjørdar eru aðrastaðir og sum eisini fleiri hava víst til, vísa hettar. Hví hevur Havstovan ikki í sínum kanningum eisini valt at taka útgangs­støði í einari hypo­tesu um, at makrelurin – í slíkum nøgdum – hevur bein­leiðis ávirkan á vist­frøðina í havrúminum kring Føroyar? Men Havstovan hevur valt ta strategi, at so leingi hon ikki finnur prógv fyri samanhangi, so er eingin samanhangur. Havstovan trupulleikar við at greiða okkum frá, hvat hendir á grunninum!

Hvat ger politiski myndugleikin við hættisligu støðuna? Støðan er á ongan hátt nýíkomin, tí veiðuhagtølini seinastu árini hava givið ábendingar um, hvør standurin á grunninum er. Jú, toska- og hýsufiskiskapurin skal vera ‘business as usual’. Tað verður bara høgt av hæli og sneitt av tá: Vit friða eitt øki her og skera nakrar dagar har, men annars er alt tað sama. Jú, men makrelurin? Nei, nei, nei, tað er týdningarmikið ikki at blanda hesi tingini saman …! Fyri henda partin vera heilt serlig atlit at taka, sum einki hava við vanlig ella søgulig rættindi á Føroya­grunn­in­um at gera. Seinastu trý árini hevur politiski myndugleikin ongantíð staðið á sama beini í makrelviðgerðini. Veruleikin er, at arbeitt verður eftir ein­um orwell’skum logikki a la at ’øll prins­ipp eru líka týdningarmikil, men summi eru meira týdn­ing­armikil enn onnur’.

Eitt yvirlit yvir ymisku skipabólkarnar fyri 2011 vísir, at uml. 1.000 mans, sigla við føroyskum fiskiskipum, íroknað 200-250 mans, sum eru við smærru trol-, línu- og útróðrarbátum. Halda vit nótaskipini uttanfyri (60.000 tons til 7 skip við uml. 105–110 monnum), 14.000 tons í um­býti við Barentshavsfisk og eisini kvotuna uppá 12.000 tons til Havstovuna, so eru 62.000 tons eftir at býta millum restina av flotanum, t.v.s. til 850 mans, sum í útgangsstøð­in­um svarar til 73 tons pr. mann.

Hvussu ætlar so Makrelbólkurin, at býtast skal í 2012? Sambært óalmennum skjølum úr Fiskimálaráðnum, so verður býtt sum uppsett í talvuni.

Talva: Býti av makreli uppá skipabólkar (nótabátar undantiknir) og pr. mann


Nú verða hesi tølini neyvan endaliga býtið, men tey eru kortini áhugaverd:

Ein stórur partur av heimaflotanum er diskvalifiseraður! Frávaldur! Er slettis ikki ein partur av býtinum! Hevur als ikki fingið møguleikan í boði!
Aktørar, sum frammanundan sita við fiskirættindum, sum vit gjalda fyri við makreli, svartkjafti og øðrum, og sum nú eisini hava fingið tillutað toskakvotuna á Flemish Cap, teir gerast nú harumframt stórir aktørar í makrelfiskiskapinum undir Føroyum!
Nýggir aktørar á Føroyagrunninum – eisini við óbrúktum loyvum, sum nú blíva gjørd aktiv til makrel – fáa serstaka kvotu! Kvotan er so rívilig pr. mann, at skuldu allir skipa­bólkar (nótaskipini undantikin) fingið eins nógv pr. mann, so skuldi restkvotan, sum vit rokna við, verið 120.000 tons og ikki 62.000 tons at býtt …!

Eisini onnur viðurskifti í býtinum eru áhugaverd. Hvussu er makrelbólkurin komin til, at ídnaðarskip og flakatrolarar skulu hoyra saman, meðan rækjuskip og trolbátar á landleiðini eru í hvør sínum bólki? Hettar tykist ógvuliga konstruerað. Er tað gjørt fyri at fáa onkra kab­alu at ganga upp? Nýggju aktørarnir fáa millum 140 og 160 tons pr. mann, meðan verandi aktørarnir, trolbátarnir (sum fyri tíðina liggja fyri fiskaloysi!), einans hava fingið tillutað 25 tons pr. mann! Mótsett grundgevingunum, sum verða brúktar ímóti húkaflotanum, so eru trolbátarnir útgjørdir at fiska makrel. Hví verða garnabátarnir og restin blandað saman? Er tað eisini fyri at fáa eina kabalu at ganga upp? Ein spurningur er eisini, um roknast kann við, at sami leistur verður brúktur í fráboðaðu sildaorrustuni?

Ein heimskendur danskari hugleiddi um hettar at verða varpaður inn í hendan heim. Man kennir ikki ’Skikke og Vedtægter’ og hevur hvaðna minni havt ávirkan á tær reglur, sum galda manna mill­um. Kanska hevur man eina viðmerking ella enntá okkurt at tala at. Men hvønn skal man venda sær til? ”Hvor er Dirigenten, jeg har en bemærkning at gjøre? Er der ingen Dirigent? Hvor skal jeg henvende mig med min klage?”, skrivar hann.

Nakað soleiðis munnu í hvussu er summi uppliva at vera vitni til makrelbýtið: Býtið verður bara blást omanyvir aktørarnar, og so er man bara partur av tí og hevur fingið nógv ella lítið uttan at verða eftir­spurd­ur og uttan at vita hví! Tað er greitt, at Vestergaard tekur undir við býtinum í høvuðsheitum, og tað er hann, sum til tjúgund og síðst skal býta (uttan at Løgtingið vil tað øðrvísi) Men tá ið hann hevur verið spurdur nærri um hvat og hvussu, so kann hann ikki siga so nógv, tí samgongan og Makrelnevndin og Løgtingið skulu viðgera tað … Hvønn skal man so spyrja? So eiðasørt at tað hvøttur úr nøkrum øðrum heldur – hvørki fyri ella ímóti! Hvar er orðstýrarin…..?

Spurningurin er, um makrelbýtið ikki bert er enn ein táttur í søguni um føroyskan fiskivinnupolitikk seinastu árini. Politiskt hava partar av botnfiskavinnuni í Føroyum, á sjógvi og landi, verið gjøgnum­regulerað; hinvegin er skip­anin ein vavstur av ymiskum skipanum, oftani uttan rationalitet og uttan at nakar veit, hvørjum hon í roynd og veru tænir. Tað tragiska er, at góðska á veidda tilfeinginum í mynd­ugleikahøpi ongantíð hevur verið eitt ’issue’: Hesin tátturin av vinnuni er at kalla óreguleraður og nærum ongar treytir hava verið settar aktørum. Ei heldur hevur tað verið eitt mál fyri mynd­­ugleikan at fáa marknaðartreytir at virka. Hesi bæði saman – at reglur ikki eru um góðsku og fráveran av marknaðarkreftum – hevur verið ein eitrandi ’coktail’, har lægsti felags­nevnarin gerst standardurin, sum hevur køvt at kalla allan dynamikk og havt við sær, at vit nærum bert gera tað sama, sum vit hava gjørt seinastu 30 árini, bara umaftur og umaftur.

Var tað ikki ein fronsk keisarinna, sum segði ”gev fólkinum sjónleik og kaku”? Tað skuldi ikki undrað meg, um studningur verður tað næsta, sum kemur á politisku dagsskránna …
Í einum demokratiskum samfelag eru politiskir myndugleikar valdir at taka avgerðir, og vituligt eru ikki allar tilgongdir almennar. Tí nýtist tað ikki at vera nakað forgjørt í, at býtið av makrelinum verður fyrireikað uttan alment orðaskifti. Men hettar málið hevur alstóran prinsipiellan og ítøkiligan týdn­ing fyri samfelag og vinnulív: Tað snýr seg í roynd og veru um útlutan av ovurstórum virðis­brøvum, sum kunnu fáa avgerandi týdning fyri hvørt einstøk feløg hóra undan ella ikki; á eigara- og kapitalbygnað og harvið samfelagsliga valdsbýtið; á inntøkubýti og harvið sosiala (ó)javnan; á flotabygnað og harvið útgangsstøðið fyri gagnnýting av tilfeinginum á landgrunninum; o.s.frv. Líka mikið hvørja hugsan vit hvør í sínum lagi hava um hesi viðurskifti, so má minsta kravið verða, at allir partar verða hoyrdir og at politiska skipanin grundgevir fyri tí uppskoti, sum hon leggur fram.

Argir, 27. Apríl