Hóast tað ikki var gamalt hjá føroyingum at fara út á matstovu at eta fisk, so royna tey á Hotel Hafnia seg nú við fiskaborði hvønn týsdag og hósdag í summar.
Ruben Busk, sum er køksmeistari á Hotel Hafnia, sigur, at tey leggja stóran dent á góða og feska rávøru og at royna nakað nýtt og ótradionelt.
- Matskráin er eisini sera fjølbroytt við yvir 30 ymiskum rættum. Eisini broyta vit matskránna soleiðis, at ikki alt er akkurát tað sama tey fylgjandi kvøldini, sum fiskaborðið er. Fyri at taka burtur úr rúgvuni kunnu vit nevna t. d. pocherað egg á skeljadjórablinis, rálakaður toskur á hjartasalati, heilur heimaroyktur laksur, safran-súltaður steinbítur
Á Hotel Hafnia siga tey, at fiskaborðið er væl vitjað hvørt summar av bæði føroyingum sum útlendingum. Føroyingar síggja her ein góðan møguleika at bjóða útlendsku gestum sínum eitt gott og stórt sjóðgætisborð. Eisini koma ferðafólk at royna henda nýggja feska fiskin og ymisk sløg av sjógæti, sum eru funnin undir Føroyum.
Fiskaborðið er frá klokkan 18 hvønn týsdag í juni og august, og týsdag og hósdag í juli.