Tiltakið verður á Hotel Brandan 5. februar – kl. 08:30-12.30
Havsovan skrivar, at útgangsstøðið er ein verkætlan hjá Havstovuni, sum hevur til endamáls at kanna, hvat vit vita um Føroyabanka og hvat vita vit ikki.
Endamálið við kunnandi tiltakinum er at greiða frá tí, sum Havstovan eru komin fram til higartil, at frætta um onnur hava aðra vitan um Føroyabanka, sum Havsovan ikki kennir til, og at hava eitt orðaskifti við pallborðsluttakarum og spurningum úr salinum. Hetta kann vera íkast til endaliga tíðarritið, sum skal gevast út eftir tiltakið.
Tiltakið er ókeypis, men krevur tilmelding.










