Iran fer at verja seg móti týsti

Iran sigur, at landið er til reiðar til samrøður, men fer at verja seg, um landið verður trýst, skrivar Reuters

Útsøgnin úr Iran kemur eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, mikudagin heitti á Iran um at skriva undir eina nýggja kjarnorkuavtalu.

 

Samstundis ávaraði forsetin um møguleikan fyri álopum, um Iran ikki tekur seg saman og skrivar undir.

 

Á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, sigur Donald Trump seg vóna, at Iran skjótt fer at koma til samráðingarborðið.

 

Amerikanski forsetin legði aftrat, at tíðin hjá Iran er farin at ganga undan.

 

Donald Trump upplýsti eisini, at ein stórur amerikanskur herfloti er á veg móti Iran, og forsetin minti eisini Iran á amerikansku á álopini á landið í fjør summar.