Mikkjal og Michael eru høvuðsnøvnini á venjararráðstevnuni

13. og 14. februar skipar fótbóltsvenjarafelagið fyri stórari venjararráðstevnu, í samstarvið við FSF og Hotel Brandan

Samansett mynd: vff.fo

Venjarafelag Føroya skrivar í tíðindaskrivi:

 

13. og 14. februar skipar venjarafelagið fyri stórari venjararráðstevnu, í samstarvið við FSF og Hotel Brandan. Høvuðsnøvnini á stevnuni eru okkara egni Mikkjal Thomassen, og Onglendingurin Michael Beale.

 

Vit í venjarafelagnum eru sera fegin um, at Mikkjal Thomassen hevur játta seg sum fyrilestrarhaldara. Mikkjal hevur í fleiri ár verið ein týðandi drívmegi í føroyskum fótbólti og hevur við sínum arbeiðsháttum, fakliga styrki og úrslitum sett varandi spor í Føroyum, her hevur hann vunnið alt sum er at vinna, FM við B36 og KÍ og Løgmanssteypið víð KÍ. Seinnu árini hevur hann starvast í Norra har hann hevur gjørt tað framúr væl. Mikkjal fekk Fredrikstad uppí fremst røð og í Svøríki har hann fekk eitt sera flott 4 pláss við AIK.

 

Michael Beale sum er annað høvuðsnavnið, byrjaði sína venjararleið í Chelsea í 2003, har vandi hann eitt nú leikarar sum Mason Mount og Tammy Abraham, seinni gekk leiðin til Liverpool. Beale hevur seinni árini arbeitt við vaksnamann fótbólti burtur av, hann var eitt skiftið hjálparvenjari í Brasiliansk felagnum São Paulo. Beale var eisini hjálparvenjari hjá navnframa Steven Gerrard, bæði Glasgow Rangers og Aston Villa. Sum høvuðsvenjari hevur hann roynt seg í Queens Park Rangers, Glasgow Rangers, Sunderland og seinast Al-Ettifaq.

 

Hesir báðir  fara uttan iva, at geva ráðstevnuni serliga dýpd, ein føroyskan samleika og alltjóða støði.

 

Komandi dagarnar fara vit at kunngera fleiri spennandi nøvn, og seinni í vikuni verður endaliga skráin kunngjørd. Tað er nógv at gleða seg til. Skrivar venjarafelagið. 

 

Samansett mynd: vff.fo