Ferðaætlanin hjá Smyrli eisini skerd í morgin

Hesa vikuna hevur sambandið við Suðuroynna um Suðuroyarfjørð verið nógv skert.

Orsakað av veðri hevur Smyril havt broytingar og avlýsingar í ferðaætlanini fleiri dagar á rað hesa vikuna, og hetta heldur fram.

 

Orsøkin er m.a. nógvur vindur og liggjandi eysturætt, hevur verið sagt.

 

Í morgin er ferðaætlanin eisini skerd.

 

Ssl.fo hevur hesi boð:

 

Seinast dagført: 28. januar kl. 13:31

 

Fyri veður verða túrarnir hjá Smyrli av Havnin 14.15 og av Krambatanga kl. 17.30 í morgin ikki sigldir, hósdagin 29. januar.