Seinnapartin var grannauppgerð millum Spania og Portugal í EM-millumbólki 1.
Í Boxen í Herning eydnaðist tað Portugal at vinna trygt 35-27 á Spania. Í steðginum vóru portugisar á odda 16-12.
Francisco Costa var við sjey málum toppskjútti hjá Portugal. Toppskjúttar hjá Spania við seks málum hvør vóru Aleix Gomez og Jan Gurri.
Danmark er fremst í bólkinum við seks stigum. Týskland hevur seks stig á øðrum plássinum, og Portugal hevur fimm stig. Frakland hevur fýra stig, Noreg hevur trý stig, og Spania sum endar aftast í bólkinum hevur tvey stig.
Skráin fyri EM-millumbólk 1:
Hósdagin 22. januar:
Týskland – Portugal 32-20
Spania – Noreg 34-35
Frakland – Danmark 29-32
Leygardagin 24. januar:
Frakland – Portugal 46-38
Spania – Danmark 31-36
Týskland – Noreg 30-28
Mánadagin 26. januar:
Portugal – Noreg 35-35
Spania– Frakland 36-32
Týskland – Danmark 26-31
Mikudagin 28. januar:
Spania – Portugal 27-35
17.00: Týskland – Frakland
19.30: Danmark – Noreg
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Spania-Portugal 27-35 (12-16):
##med2##











