Fiskur til Kanada fingið heilsuváttan

Nú hevur føroyskur fiskur, sum verður seldur til Kanda til matna, fingið góðkenda heilsuváttan.

Síðani 8. apríl í ár hevur tað verið krav, at fiskur, sum verður seldur til matna í Kanada, skal hava heilsuváttan við innflutning.

Tað er fyrst og fremst við atliti til fiskasjúkur at kanadisku myndugleikarnir hava hert hesar reglur, og krøv vera sett til bæði aldan og veiddan fisk.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur havt samráðingar við kanadiska myndugleikan á økinum, CFIA, og fekk tann 3. apríl í ár eina góðkenda føroyska heilsuváttan til fisk, sum fer beinleiðis til matna.

Heilsuváttanin er galdandi fyri bæði aldan og veiddan fisk.

Í løtuni hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan samráðingar við CFIA um at útflyta fiskamjøl til Kanada.

Viðvíkjandi rundum fiski til víðari virking í Kanda, agni og øðrum hava Føroyar sum er onga avtalu við Kanadisku myndugleikarnar.