Fiskurin er rak

Bæði útróðrarmenn og menn, sum sigla við línuskipum, siga, at fiskurin er rak í løtuni.

 

Hóast sagt verður frá góðum toska-og hýsufiskiskapi, bæði hjá línuskipum og útróðrarbátum, eru menn, sum In.fo hevur skift orð við, samdir um, at fiskurin sum heild er rak í løtuni. Men, at hetta er so, er heldur ikki óvanligt hesa tíðina av árinum.

Tað er vanligt, siga menn, at hin stóri fiskurin, sum kann væntast at hava gýtt í vár, er rak. Men, fiskurin plagar at fitna aftur, tá heystið nærkast. Onkur, sum vit hava skift orð við, heldur, at fiskurin kortini er misjavnur til fiti.

Tá In.fo herfyri skifti orð við skiparan og eigaran av útróðrarbátinum Brandi, Janus Sørensen, segði hesin, at teir framvegis fingu væl av fiski, hóast hetta vanliga var tíðin, tá einki plagdi at vera at fáa.

Í dag siga tey á Fiskamarknaði Føroya, at nógvur fiskur framvegis er at fáa við húki, og hetta er galdandi bæði fyri línu-og útróðrarflotan. So, tað verður spennandi, tá heystið fer at stunda til, og tíðin til línufisk skuldi farið at verið enn betur.