Fjølbroytni er framtíðin

Boðskapurin var greiður: Ein fyritøka, ið ikki megnar at virðismeta aðar hugsunarhættir enn sínar egnu, steðgar upp. Innanhýsis drívmegin stirðnar, og fyritøkan missir marknaðarøki.
Soleiðis ljóðaði niðurstøðan á Ráðstevnuni um altjóða fjølbroytni, ið var hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin

RáÐstevna
Anna V. Ellingsgaard
[email protected]

Eini 30 stjórar og starvsfólk úr ymiskum føroyskum fyritøkum vóru savnað á Ráðstevnuni um altjóða fjølbroytni, sum norska skeiðsfyritøkan FloodRocks skipaði fyri.
Á stevnuni legði amerikanski rithøvundurin og verkætlanarleiðarin Armida Russel fyri fyrstu ferð síni úrslit fram í einum europeiskum landi. Hetta vóru úrslit av eini verkætlan, ið hevur kannað, hvønn týdning altjóða fjølbroytni hevur í vinnuhøpi.

Myndin úteftir
»Uttan fjølbroytni, ongin nýskapan og uttan nýskapan, ongin menning.« Hetta vóru nøkur av slagorðunum, tá Armida Russel greiddi frá, hvussu hugburðurin til hugtakið »fjølbroytni« hevur broytt seg seinastu 20 árini. Heilt fram til 1980 ini vóru flestu starvsfólkini á amerikonskum fyritøkum hvít mannfólk úr miðalstættini, og ongin broyting hendi, fyrr enn javnstøðulógir og forrættindareglur vórðu settar í gildi, sum tryggjaðu øllum somu rættindi til arbeiði. Veruligar broytingar hendu tó ikki, fyrr enn stórar fyritøkur sum IBM varnaðust, at at tær mistu stór marknaðarøki uttan at hava broytt marknaðarpolitikk. Og júst hetta vísti seg at vera trupulleikin. Meðan marknaðurin gjørdist alsamt meir fjølbroyttur, tvíhelt fyritøkan um sín siðbundna vinnupolitikk.
Ein niðurstøða var, at jú meir einsháttað ein fyritøka er, jú fleiri samfelagsbólkar útihýsir hon, tí møgulig viðskiftafólk ikki kenna seg sjálvi aftur í myndini, fyritøkan vísir úteftir. Vil ein fyritøka náa ein fjølbroyttan marknað, má hon »prógva« tað við ikki at gera innanhýsis mismun vegna kyn, aldur, rasu, seksuella orientering, trúgv ella annað, hvørki í leiðsluni ella í starvsfólkahópinum.

Sjálvrannsakan
Armida Russel hevði skipað sína kanning undir yvir-skriftunum Høvd, Hjarta og Hendur fyri at lýsa, hvussu vit fyrst mugu skilja ymiskleikar hvør hjá øðrum fyri síðani at rúma teimum, áðr-enn vit kunnu fremja nýggja hugburðin í verki. Stevnuluttakarnir skuldu tí hvør sær svarað eini røð av nærgangandi og sjálvrannsakandi spurningum. Á spurnarbløðunum kundi tú vera meir ella minni samdur við útsøgnum, sum til dømis: »Eg velji helst at vera saman við fólkum, ið eru sum eg« ella »Eg royni aktivt at læra um munir í siðum, trúgv og royndum hjá øðrum«. Luttakarnir sluppu at halda síni svar fyri seg sjálvan, men samanteljiningin gav eina meting av tínum hugburði mótvegis menniskjum, sum eru øðrvísi enn tú sjálv. Luttakarnir brúktu nógva tíð uppá at svara hesum spurnarbløðum, sum tóktist at geva teimum flestu rættiliga nógv høvuðbrýggj.

Føroyskt vinnulív ov einsháttað?
Ætlanin við ráðstevnuni var ikki at fella dómar yvir føroyskt vinnulív. Men tað lá í luftini, at okkara vinnulív hevur nógv eftir at læra, tá tað ræður um at draga nýggjar og øðrvísi førleikar til sín og at troyta nýggjar marknaðir. Ella sum ein av luttakarnum segði: »Eg kundi hugsað mær at vita, hví vit á okkara fyritøku altíð seta fólk í starv, sum líkjast mest okkum sjálvum. Úrslitið er, at øll í fyritøkuni duga stórt sæð tað sama.«
Kjakið um føroyskan útlendingapolitikk spøkti eisini millum luttakarnar. Fólk vóru neyvan samd um spurningin, men sambært kanningini hjá Armida Russel eru ábendingar um, at føroyskt vinnulív ikki bert í ferð við at stongja seg burtur frá umheiminum, men eisini frá innanhýsis nýhugsan og menning.